Tað gongst ikki altíð, sum tað hevur verið roknað við og ætlað. Hetta eru tað so nógv dømi um, og fótbóltsdómarin Jens Petur Brattalíð kann skriva undir uppá, at mikudagurin royndist ikki soleiðis hjá honum, sum hann frammanundan hevði roknað við.
Jens Petur var settur at døma á Skála mikukvøldið. Hann fór úr Vági tíðliga á degnum, og alt gekk sína gongd, inntil hann og linjuverjarnir báðir vóru í holtur við upphitingina. Tá fekk hann ein vøddaskaða, og har var einki at gera. Dómarin var noyddur at taka seg aftur, og so vóru góð ráð dýr.
Boð vórðu send til Gøtu, har næstformaðurin í FSF og royndasti dómarin í 1. deild, Niklas á Líðarenda, býr. Hann skuldi yvir at Skála at vera eygleiðari. Men hann hevði ikki fyrireikað seg til at døma.
? Eg hevði akkurát fingið mær ein góðan nátturðabita, tá ið teir ringdu. Eg gjørdi skjótt av, og eg haldi, at tað gekk væl. Men tað er ikki komið fyri áður, at eg havi etið eina orduliga máltíð so stutt undan dystarbyrjan, har eg skal vera dómari, sum eg gjørdi mikukvøldið, sigur Niklas.
Jens Petur Brattalíð pakkaði taskuna og fyrrapartin í gjár kom hann suður aftur til Vágs av fótbóltsferð, men uttan at hann hevði útrættað tað, sum hann var settur til at gera, og sum hann hevði ætlað sær at gjørt. Vónandi fer tað at gangast honum betri, tá ið hann næstu ferð skal um fjørðin í fótbóltsørindum.