Gerard Pique telist millum kendu andlitini á liðnum hjá FC Barcelona. 28 ára gamli miðverjin bleiv mánakvøldið útvístur í stórsteypadystinum móti Athletic Bilbao á Camp Nou. Nú skal hann sita uttanfyri í 4 dystir.
Les eisini: Kann fáa langt leikbann fyri ljótan málburð
Í dómarafrágreiðingini hevur dómarin ikki gjørt mætari enn at endurgeva tað, sum spanski landsliðsverjuleikarin segði við dómaran.
- Eg skíti á horumammu tína, vóru orðini, ið fullu, sambært dómaranum.
Spanskir miðlar skrivaðu týsdagin, at Gerard Pique kundi fáa millum fýra og 12 dystir fyri sín atburð. Gerard Pique bað seinni um umbering, men avsannaði at hatta vóru orðini, sum fullu í útspillingini.
Les eisini: Barcelona fekk bank
Í Spania verður mangan tikið til, at FC Barcelona og Real Madrid sleppa ov lætt, tá revsingar fella. Hesa ferð fekk Gerard Pique fýra dystir leikbann. Leikbannið er galdandi í sponsku landskappingini og kemur illa við hjá Barcelona.
Katalanska stórfelagið hevur ikki lov at keypa spælarar í løtuni, meðan verjan ikki hevur sæð sannførandi út í uppstartinum til hetta kappingarárið. Í trimum dystum móti Sevilla og tvær ferðir Athletic Bilbao hevur liðið latið 10 mál inn.
Les eisini: Ófatuligt undirhald í Super Cup
Gerard Pique er sostatt leikbannaður móti Athletic Bilbao, Malaga, Atletico Madrid og Levante, sum eru fýra teir fyrstu dystirnir í landskappingni, sum byrjar komandi vikuskiftið.