Lantz úr Brøndby

Sterki svenski miðvallarleikarin hjá Brøndby, Marcus Lantz, tykist nú vera ávegis úr danska felagnum.

Tað er fyrrverandi felagið hjá Lantz, Helsingborg, sum ætlar at tryggja sær leikaran. Marcus Lantz er ikki í hópinum hjá Brøndby, sum seinni í dag skal spæla ímóti Viborg í Superliguni, og sum skilst, so ætlar Helsingborg at fáa endaliga avtalu í lag við Brøndby og leikaran sjálvan seinni í dag. Sum tað ljóðar, so manglar Helsingborg bert at avtala rætta prísin við Brøndby, áðrenn Lantz verður Helsingborg-leikari.