- Høvdu fakfeløg og kommunan ikki havt so virknan leiklut í vinnulívinum, hevði Tvøroyri ikki verið tað plássið, tað er í dag.
Tað segði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, uttan at blunka, á 100 ára hátíðarhaldinum fyri elsta fakfelag í landinum, Arbeiðsmannafelagið, Fylking á Tvøroyri.
Les eisini. Tit tordu at taka tøk
Sjálvur hevur hann eisini notið gott av limaskapi í Fylking, tá ið hann eitt skifti var arbeiðsmaður á Tvøroyri, beint sum hann var liðugur í fólkaskúlanum.
Hann vísti á, at eina myrka nátt fyrst í nítiárunum, vórðu øll virði í Føroyum skorin niður í helvt og føroyska samfelagið átók sær eina skuld á fimm milliardir. Men samstundis avskrivaði danska stjórnin somu upphædd í skuld hjá menningarlondum.
- Var tað dummstoltleiki hjá føroyingum, sum forðaði fyri, at vit kravdu somu sømdir frá dønum, spurdi borgarstjórin.
- Í krepputíðum sum hasum, hevur tað víst seg, at tað eru fakfeløg og kommunan, sum hava tann avgerandi leiklutin, segði hann.
Hann sigur, at tað er bara at samanbera Tvøroyri við onnr pláss í landinum, so gongur sjón fyri søgn.
Hann staðfestir, at uttan fakfeløgini, høvdu vit ikki havt tað lønarlag, og onnur rættindi, vit hava í dag.
- Og standa vit ikki saman, kunnu vit skjótt missa hesi rættindi aftur.
Kristin Michelsen sigur, at samstarv ímillum kommunna og fakfeløg hevur tikið ringasta broddin av kreuppunum, sum hava verið.
- Lata okkum halda fram við hesum og draga somu línu, legði hann afturat.
Hann sigur, at á Tvøroyri hava fakfeløg og kommuna gingið á odda við váðafúsum kapitali í vinnulívi og uttan hatta samstarvið, hevði staðið verri til á Tvøroyri.
- Lat so onnur grenja um Tvøroyri og javnaðarfólk, legði hann afturat.
Hann sigur, at hóast nógv er vunnið, er langt eftir á mál.
- Eitt krav má verða, at alt arbeiðið er sáttmálabundið. Vit hava fingið flatskatt, men tey, sum høvdu størst tørv á einum skattalætta, fingu hann ikki.
- Hevur landsins elsta fakfelag ikki eina meining um, hvussu samfelagskakan skal býtast, hvør skal so, spurdi borgarstjórin á hátíðarhaldinum í gjárvkøldið.
Hann heldur eisini, at landsins elsta fakfelag eigur at hava eina meining um ætlanina at avreiða alla kongsjørð útvaldum fólki fyri lítið og lætt.
- Skal tann ætlanin steðgast, er neyðugt, at fakfeløgini reisa seg, sigur borgarstjórin.
Han vildi eisini ynskt, at fakfeløgini gjørdu meiri vart við seg í pensjónsmálinum og krevja ávirkan á, hvussu pensjóns samansparingin verður umsitin.
Sí fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, niðanfyri