Tað órógvar borgarstjóran í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, at skattainntøkurnar hjá teimum sjey kommununum í Suðuroy fyrstu níggju mánaðirnar í ár slett ikki klára at fylgja góðu gongdini í samfelagnum. Suðuroyggin liggur langt afturút, og sjálvt Sandoyggin klárar seg betri, tá ræður um øking í skattainntøkum.
- Av teimum sjey kommununum í Suðuroy, eru tað bara tríggjar, Tvøroyrar kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna, sum fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava havt ein lítlan skattavøkstur, og samlað fyri alla Suðuroynna er vøksturin á einans 1,2 miljónir krónur, sum slett ikki kann samanberast við vøksturin í teimum økjum sum klára seg væl.
Hóast tað er hugtungt, at Varðin Pelagic, sum brann hin 9. juni í ár, ikki hevur kunnað tikið ímóti makreli og sild í vertíðini, so er tað kortini ikki persónsskatturin í Suðuroy, sum er minkaður nevnivert. At einki virksemi er á Varðanum Pelagic, kemur serliga at merkjast aftur í minkandi havnar-og vørugjøldum og í partafelagsskatti hjá Tvøroyrar kommunu
- Tað er tí gleðiligt, at stóra uppsjóvarvirkið nú verður bygt uppaftur og fer - um alt gongur væl - at standa liðugt um ikki so nógvar mánaðir. Fundamentir eru stoypt, og um nakrar dagar koma fyrstu stálkonstruktiónirnar til virkisbygningin. Hesar koma í trimum og sambært teimum, sum byggja virkið upp aftur, kemur seinasti triðingurin helst um einar fýra vikur ella so.
Kristin Michelsen sigur seg vóna, at tað fer at eydnast Felagnum Nótaskip og Varðanum í Gøtu at fáa flutt ein part av sildakvotuni, ið er útlutað sum eginkvotur í 2017 til 2018, soleiðis at eisini suðuroyingar, tá Varðin Pelagic er bygdur upp aftur, kunnu fáa lut í hesum tilfeingi sum so stórar nøgdir eru av í løtuni.
- Eg veit ikki, um hetta fer at lata seg gera, tó at hetta ikki er ókent millum okkara samstarvslond innan uppsjóvarveiði, og eg vóni, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, fer at gera sítt besta fyri at ganga teimum skipum og manningum, sum ynskja hetta, á møti, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu.