B68 boðar í kvøld frá, at Latif Ahmed er nýggjur spælari í felagnum.
Latif Ahmed er 23 ára gamal og ættaður úr Ghana. Hann kom til Klaksvíkar í 2023, og síðani hevur hann spælt við KÍ.
Hann var ætlaður at vera spælari, sum skuldi mennast til at spæla á besta liðnum, men tað eydnaðist honum ongantíð at vinna fast pláss á besta liðnum. FaroeSoccer veit at siga, at hann var 30 ferðir á besta liðnum í landskappingini – oftast sum skiftisspælari – at hann spældi fýra steypadystir í Klaksvík og 23 dystir í næstbestu deildini. Latif Ahmed var á KÍ liðnum í fimm europeiskum dystum og einum stórsteypadysti.
Hóast sáttmálaskeiðið hjá honum í Klaksvík nú er liðugt, er tað greitt, at vinstrabeinti síðuspælarin fer at halda fram í føroyskum fótbólti, har hann fer at umboða B68.











