Ælaveður alt vikuskiftið

Køld luft fer komandi dagarnar at streyma oman yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri. Um vikuskiftið nærkast brúgvaløg oyggjunum av suðri og tað verður lýggjari.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av norðri og yvirhøvur turt. Sum frá líður klárar í norðanfyri og tað vera sólglottar. Um kvøldið og náttina verður partvís klárt veður og vindurin makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, fyrst av norðri, seinni eystri. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Framvegis samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Mánadagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av landnyrðingi, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og okkurt vátaslettingsæl ella kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 4 hitastig.