Ælaveður næstu dagarnar

Sambært donsku veðurstovuni DMI verða tað nakrir vátir dagar fyri framman við ælaveður bæði í dag, morgin og ovurmorgin.

Sunnudag:
Hann veksur um vindin til Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum 13 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í støðum æl. Hitin um dagin 8 til 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

Mánadag:
Gul upp í ein strúk av norðri, 5 til 13 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og í løtum æl. Hitin millum 3 og 8 stig.

Týsdag:
Hann veksur um vindin til andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft við æl. Hitin millum 8 og 13 stig.