Ælaveður og vindur

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10-15 m/s, sum í nátt snarar í ein útnyrðing norðan og minkar niður í 8- 13 ms/.
Tað verður samdrigið og regn, seinni í kvøld eisini vátaslettingur og kavaæl. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og fimm stig.

 

Veðrið í morgin. Upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8-13 m/s, sum seinni snarar í ein norðan og veksur upp í 10-15 m/s. Í støðum upp í 18 m/s.
Tað verður skiftandi veður við regni og vátakava.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum eitt og fimm stig.