Tá Sosialurin kemur út á Føroya Bjór henda morgunin, stendur Ólavur í hurðini og tekur í móti mær.
- Eg havi fingið ein at loysa meg av, so eg havi eina lítla løtu, sigur hann og fer stunandi undan mær inn á kaffistovuna.
Ólavur Klakk er kendur um alt landið, sum tann skrálandi Ólavur Presley á odda fyri sínum Dirty Rag Rags, sum av og á framvegis trínur fram á onkran pall og undirheldur. Men tað er ikki tónleikur, vit skulu práta um í dag.
Í dag eru tað júst 35 ár, síðani hann byrjaði at arbeiða á Føroya Bjór.
- Ja, eg byrjaði sum frítíðaravloysari tann 21. juni 1967, og her eri eg so framvegis, staðfestir Ólavur uttan at nakað liggur aftan fyri røddina, sum kundi týtt upp á, at hann ikki er glaður og errin av tí.
Hann greiðir frá, at tað nógv er broytt, síðani hann byrjaði. Ein tann størsta broytingin er, at í dag er ikki so nógv kropsligt arbeiði.
- Tá eg byrjaði, varð alt gjørt við hond. Í dag stendur man í staðin framman fyri maskinur, sum gera arbeiðið fyri teg, og eygleiðir. Tú verður móður á ein annan hátt í dag, tí tað er strævið at standa og eygleiða ein heilan dag. Men vit skiftast um at standa hálvan tíma í hvørjum stað, so tað ger, at tað er til at halda út.
- Men eitt kann eg so fortelja tær eisini. Fyrr byrjaðu vit at arbeiða klokkan átta á morgni og arbeiddu líka til klokkan seks á kvøldi. Og tá var tað onki, sum æt kaffipausur, nei! sigur Ólavur og flennir.
Hann byrjaði, sum sagt, í 1967, men hann var eisini frítíðaravloysari um summarið í 1965. Tá hann var liðugur í skúlanum, fór hann at arbeiða á Dávavirkinum, áðrenn hann byrjaði á Føroya Bjór.
- Eg havi eisini siglt, men tað var í so stutta tíð, at tað næstan ikki er vert at nevna. Fiskimaður havi eg ongantíð verið og fari heldur ongantíð av verða tað, heldur hann, og leggur so stórflennandi afturat: Ein ordans landkrabbi.
Hann greiðir frá, hvussu nógv alt er broytt.
- Tak eitt nú etikettmaskinuna. Tá eg stóð við ta gomlu maskinuna, tá var tað ein og ein fløska í senn, og hon kláraði umleið 3.000 fløskur um tíman, meðan etikettmaskinan, sum vit hava í dag, klárar millum 10.000 og 12.000 fløskur um tíman.
Mína fyrstu tímaløn gloymi eg ongantíð. Hon var 3,33 krónur. Í dag er tímalønin 106 krónur. So tað er farin ein stór broyting fram øll árini.
Fyrr kókaðu vit eisini glasfløskurnar, áðrenn etikett varð koyrd uppá, men tað verður slettis ikki gjørt í dag. Tær verða bara koyrdar beinleiðis uppá.
Róligari í dag
Ólavur hevur fingist við nógv annað øll hesi árini. Eitt var tónleikurin. Men hann hevur eisini fingist við sjónleik. Hann hevur altíð leikað nógv í, og hann hoyrist har hann er. Men sjálvur heldur hann, at hann er róligari í dag.
- Ólavur Presley er blivin meiri róligur, síðani hann hevur fingið konu, sigur hann sjálvur, og flennir so aftur í kíki. Hann er vælupplagdur hendan morgunin.
- Óansæð, hvat eg havi fingist við, so havi eg altíð verið kendur fyri mítt skrálarí, men nú er tað kanska onkur annar, sum hevur tikið yvir ? í øllum førum her á Føroya Bjór, sigur hann við einum skeivum smíli.
Hann greiðir eisini frá, at meðan kreppan herjaði landið í nítiárunum, merktist hon sjálvsagt eisini á Føroya Bjór.
- Tað var serliga í 1993, at kreppan merktist. Tá kundi vit liggja still ein summardag, tað kemur ikki fyri í dag. Vit hava altíð meira enn nokk at gera á bryggjarínum í dag.
Meðan vit sita og tosa aftur og fram um kreppuna, kemur hann at hugsa um ein dag í 1993, tá tað so at siga onki var at gera.
- Tað var so lítið at gera, at eg var farin út at rudda fjøruna og økið her rundan um bryggjaríið. Hetta var ein hósdag, og eg hevði biðið frí dagin eftir, so eg ruddaði og skimmaði allastaðni uttanfyri bryggjaríið. Men har var ein togendi, sum eg ikki fekk burtur, tí hann var fløktur í øllum steinunum, sum lógu har, so eg gav upp. Síðani fór eg inn á bryggjaríið og helt fyri við ein av mínum starvsfeløgum, at eg vónaði ikki, at stjórin fór at bera eyga við handan togendan.
So fór eg. Eg møtti stjóranum beint uttanfyri bryggjaríið, og eg man hava misskilt hann, men eg helt so avgjørt, at hann segði eitt hvørt um ein enda, so eg legði oman aftur í fjøruna at baksast við handan togendan, mutlandi um, at stjórin fær alt við.
Í meðan var stjórin farin til starvsfelagan hjá mær, tí hann skilti onki. Hann segði, at hann hevði biðið meg farið eftir nøkrum togendum, sum skuldu brúkast inni á bryggjarínum og eg legði oman í fjøruna.
Samanumtikið heldur Ólavur, at Føroya Bjór er eitt sera gott arbeiðspláss. Hann sigur, at tað hava sjálvandi verið dagar, har hugurin ikki er av tí besta, men tað er tað allastaðni, heldur hann.
- Also, man gongur ikki við einum sáligum smíli hvønn dag, sigur Ólavur, sum ongantíð hevur hugsað um at siga upp.
- Øll árini hevur hetta verið eitt arbeiðspláss í menning. Sølan er økt alla tíðina, og tað er altíð nokk at gera, so tað er bara gott, sigur hann, og leggur afturat, at man keðir seg ongantíð á Føroya Bjór.
Og tað siga starvsfelagararnir hjá Ólavi helst eisini. Tí tað er torført at keða seg í selskapi við hendan lívliga mannin, sum altíð veit eina góða ella báðar tvær.
Men nú er tíðin við at ganga undan, og hóast vit uttan iva kundu sitið og prátað longi afturat, so ber tað ikki til.
Ólavur reistist og sigur: Tú skrivar bara okkurt, eg má aftur til arbeiðis.
Og so fer hann stunandi við toruferð aftur til sítt arbeiði.