Talv
Undan kappingarbyrjanini varð væntað, at Ólavur Simonsen uttan trupulleika kundi telva seg til sigurs, men javnleikur í fyrsta umfarinum ímóti Eyðun Lamhauge gav hinum ein eyka møguleika. Eitt nú gav tað Hans Kristian Simonsen eina vón um at basa fjórðfremsta telvaranum í Føroyum.
Ólavur reistist tó og vann øll síni seks næstu talvini, harav eitt ímóti júst Hans Kristiani. Ólavur segði undan kappingarbyrjanini, at hann visti væl at fleiri av okkara sterkastu telvarum ikki kundu luttaka og at hann tískil fór at vera stórfavorittur. Hann vildi bert hava dystarvenjing, og sjálvsagt eisini vinna kappingina. Hetta er rætti hugburður, tí ikki eru teimum mongu sum dámar alt ov væl favorittrolluna í føroyska talvheiminum.
Ólavur hevði nærum 300 meiri ratingstig enn næstovasti luttakarin, Hans Kristian, og sjálvt um hann misti bert hálvt stig, so misti hann 2,5 ratingstig. Men lógin sigur at um tú vinnur eina kapping ber ikki til at missa rating og tískil stendur Ólavur í stað á ratinglistanum. Hann endurvann við hesum sigrinum Íslandssúluna frá 1999.
Hans Kristian tapti bert tað eina talvið, og fekk tí heili seks stig av teimum sjey møguligum og rukku stigini til eitt trygt annað pláss.
Nýtt stjørnuskot
Eins og stríðið um fyrsta pláss varð drúgvt, var stríðið um triðja pláss bæði drúgvt og spennandi. Og serliga prógvaði tann sera ungi havnardrongurin Rógvi Mortensen at hann uttan iva verður stóra navnið í framtíðini. Hann telvaði respektleyst, og hevði hann ikki tapt í javna og áhugaverda talvinum ímóti tí roynda Sámal Christiansen, ja so hevði hann møguliga átt triðja plássið einsamallur. Rógvi kann vera heilt nøgdur við úrslit sítt, eitt deilt triðja pláss saman við Johan E. Hansen og Ingolf Debes, sum eisini óvæntað ognaði sær triðja plássið. Hesir tríggir fingu fýra stig, og lógu beint framanfyri nøvn sum Sámal Christiansen, Kára Durhuus, Brandur Jacobsen, Jákup Andreasen og Eyðun Lamhauge. Hesin seinasti fekk eina sera góða byrjan, men dovnaði eitt petti í seinnu helvt.
Íslandssúlan í ár varð ikki eins sterk sum væntað, og tí hevur Havnar Telvingarfelag lovað at leggja hana betur til rættis komandi árini, soleiðis at útisetar eisini kunnu luttaka. Væntandi verður hon telvað í juli næsta ár, ella tíðliga í august