Tá telvararnir í landsliðsbólkinum týskvøldið ? móðir og troyttir ? fóru av Giljanesi, var spenningurin so stórur, sum hann ikki hevði verið frammanundan í hesi kappingini.
Stóri maðurin henda Super Tuesday, sum amerikumenninir plaga at taka til, var Ólavur Simonsen. Í tveimum teimum fyrstu umførunum fekk hann bara eitt hálvt stig, men síðani hevur rættuliga gingið undan. Mánadagin fekk hann fult, og týsdagin var Ólavur Simonsen tann einasti, sum fekk fulla úrtøku í báðum talvunum.
Klokkurnar vórðu fyrru ferðirnar settar í gongd klokkan tíggju. Seinna umfarið týsdagin var klokkan 16. Fyri at fáa alt at ganga upp, var ein tími tikin frá hvørjum telvaranum í hvørjum talvinum. Tað vil siga, at tann tímin, sum teir plaga at hava til tjúgu leikir, ikki var har í umførunum týsdagin.
Tað kundi kanska hugast, at tað í hvussu so er í øðrum umfarinum týsdagin gekk skjótt fyri seg, so telvararnir ikki møddu seg so mikið nógv, at tað kundi ganga út yvir næstu umførini. Úrslitini kundu eisini bent á, at tað var friðarligt, nú skírisdagur nærkaðist. Í fyrra umfarinum endaðu tvey av fimm talvum remis, og í seinna umfarinum endaðu ikki færri enn fýra talv javnleiki.
Men úr Vágum frætta vit, at í flestu førum sótu menninir boygdir yvir teir 64 puntarnar nógv størsta partin av tíðini.
Eftir fimm umfør vóru fýra javnir í oddinum. Teir vóru John Rødgaard og Eyðun Nolsøe, sum báðir áður hava roynt at vinna FM fyri einstaklingar, og Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen. Hvørgin teirra hevur áður smakkað sigursrákan frá einstaklingakappingini.
Í eyðkendum stíli
Tað plagar at vera sagt um ÓIav Simonsen, at hann hevur sín serliga stíl, sum víkir frá tí, sum talvbøkurnar siga, og sum mótstøðumenninir hjá honum eru vanir við. Tá Ólavur er í hesum lagnum, vinnur hann, ella tapir hann. Týsdagin vann hann bæði talvini.
Fyrst fekk Ólavur við hvíta fólkinum fult ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, og so syrgdi hann fyri, at Torkil Nielsen tapti fyri fyrstu ferð í hesi kappingini. Torkil var ikki nóg neyvur fyrstu leikirnar í óvanligu spælstøðuni, og Ólavur snýtti veteranin orduliga. Tað eydnaðist honum at binda annan av bispunum, og so kroysti hann mótstøðumannin.
Sjálvt um hann framvegis ikki hevur tapt, so hevur John Rødgaard onkuntíð verið betri upplagdur, enn hann hevur verið í hesi kappingini. Tað eydnaðist honum ikki at fáa meiri enn remis við hvíta fólkinum ímóti Torkili Nielsen, og so var hann annar parturin í sjáldsama hendingafátøkum talvi. Olaf Berg hevði hvíta fólkið, og hóast teir báðir sótu yvir fólkinum so at siga allar fimm tímarnar, so høvdu teir bara flutt tólv leikir, tá støðan av báðum varð mett at vera remis.
Eyðun slapp væl
Eyðun Nolsøe megnaði týsdagin at koma sær upp aftur í oddin, eftir at hann var dottin eitt sindur niður ímillum, tá hann mánadagin hevði tapt ímóti Hans Kristiani Simonsen. Í fyrra umfarinum týsdagin hevði hann aftur ein av ungu monnunum yvir av sær, og hesa ferð var eingin ivi. Eyðun hevði alla tíðina intiativið ímóti Martini Poulsen, og tá hann hevði kroyst frúnna frá honum, var einki at gera hjá Martini.
Í seinna týsdags talvinum var um reppið, at Carl Eli Nolsøe Samuelsen við hvíta fólkinum vann á Eyðuni. Í Vágum halda teir, at Carl Eli hevði vunna støðu, og tað er ikki so undarligt, at teir siga tað. Carl Eli hevði eina finnu meiri enn Eyðun, og Carl Eli hevði bisp, meðan Eyðun hevði riddara. Men yngri maðurin var ikki nóg neyvur, Eyðun megnaði at javna finnumunin, og so endaði tað remis.
Hans Kristian Simonsen verður sagdur altíð at telva við stórum sjálvsáliti, sum m. a. kemur til sjóndar í, at hann hevur ilt við at ásanna, at støðan, sum hevur tikið seg upp, ikki er meiri enn til remis. Soleiðis var tað ímóti Terja Petersen, og soleiðis var tað, tá Hans Kristian hevði Rana Nolsøe ímóti sær.
Sammett við trý tey fyrstu umførini, so royndist týsdagurin sera væl hjá Terja Petersen. Bæði við hvítum ímóti Hans Kristiani Simonsen og við svørtum ímóti Martini Poulsen var hann miðvísur og konsentreraður, og tað bar remis við sær í báðum førunum.
Spennandi endaspurtur
Áðrenn telvararnir seinnapartin í gjár klokkan 14 fóru undir 6. umfarið varð tað hildið at vera púra opið, tá spurt varð um, hvør hevði bestu møguleikarnar at vinna FM. Royndirnar frá fimm teimum fyrstu umførunum vóru, at álopshugurin var sera stórur, og at einki mynstur var í, hvør vann á hvørjum.
Níggjunda og síðsta umfarið er á skránni páskaaftan. Tá verður lagt fyri klokkan 11. Áður hevur FM kappingin ofta kenst endaleys, tí fleiri hava staðið á jøvnum, og tað harvið hevur verið neyðugt við umdysti.
Nú eru reglurnar soleiðis, at tað skal finnast ein FM vinnari leygardagin. Um fleiri standa á jøvnum í oddinum, tá níggjunda umfarið verður liðugt telvað, so verður umdystur beinanvegin. Fyrst verður roynt við einum kviktalvi. Um tað framvegis fer at standa á jøvnum, so verður alt avgjørt við snartalvum. Í kviktalvi eiga telvararnir eitt korter í part til fyrstu fjøruti leikirnar. Um talvið ikki er liðugt á, so eiga teir tíggju sekund til hvønn leikin. Eitt sovrðið talv er oftast liðugt, tá trý korter eru farin. Í snartalvs kappingini hevur hvør telvarin fimm minuttir til hvørt talvið. Kappingin fevnir um fýra talv.
Misjavna gongdin higartil hevur víst, at allir hava møguleika at fáa stig frá øllum. Men tað eru nøkur talv, sum eru á skránni komandi dagarnar, sum ivaleyst fara at hava alstóran týdning fyri endaliga úrslitið. Í gjár skuldu John og Ólavur dystast, og skírisdag telva Ólavur og Eyðun og Hans Kristian og John. Í áttanda umfarinum stendur dysturin millum John og Eyðun.
4. umfar
Terji Petersen?Hans Kristian Simonsen 1/2 - 1/2
Rani Nolsøe?Olaf Berg 1?0
Eyðun Nolsøe?Martin Poulsen 1?0
Ólavur Simonsen?Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1?0
John Rødgaard?Torkil Nielsen 1/2 ? 1/2
5. umfar
Martin Pouslen ? Terji Petersen 1/2 ? 1/2
Hans Kristian Simonsen ? Rani Nolsøe 1/2 ? 1/2
Olaf Berg ? John Rødgaard 1/2 ? 1/2
Carl Eli Nolsøe Samuelsen ? Eyðun Nolsøe 1/2 ? 1/2
Torkil Nielsen ? Ólavur Simonsen 0 ? 1
Støðan
Eyðun Nolsøe KTF3 1/2 stig
John Rødgaard VT3 1/2 stig
Hans Kristian Simonsen KT3 1/2 stig
Ólavur Simonsen KTF3 1/2 stig
Rani Nolsøe KTF2 1/2 stig
Olaf Berg HT2 stig
Torkil Nielsen ST2 stig
Martin Poulsen HT2 stig
Carl Eli Nolsøe Samuelsen HT1 1/2 stig
Terji Petersen KTF1 stig
6. umfar mikudagin
Terji Petersen ? Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Rani Nolsøe ? Martin Poulsen
Olaf Berg ? Hans Kristian Simonsen
Eyðun Nolsøe ? Torkil Nielsen
John Rødgaard ? Ólavur Simonsen
7. umfar skírisdag
Torkil Nielsen ? Terji Petersen
Carl Eli Nolsøe Samuelsen ? Rani Nolsøe
Martin Poulsen ? Olaf Berg
Ólavur Simonsen ? Eyðun Nolsøe
Hans Kristian Simonsen ? John Rødgaard
8. umfar langa fríggjadag
Terji Petersen ? Ólavur Simonsen
Rani Nolsøe ? Torkil Nielsen
Olaf Berg ? Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hans Kristian Simonsen ? Martin Poulsen
John Rødgaard ? Eyðun Nolsøe
9. umfar páskaaftan
Carl Eli Nolsøe Samuelsen ? Hans Kristian Simonsen
Torkil Nielsen ? Olaf Berg
Ólavur Simonsen ? Rani Nolsøe
Eyðun Nolsøe ? Terji Petersen
Martin Poulsen ? John Rødgaard