Ólavur vaks upp í Klaksvík. Foreldrini vóru Anna og Líggjas á Váli. Tey fingu fýra børn - Jóannes, Charlotta, Ólavur og Brita. Í 1972 flutti familjan til Havnar. Líggjas var 70 ára gamalur, tá ið hann doyði 19. august í 1993. Ólavur og Anna húsaðust saman, og tey trý systkini hjá Ólavi hava øll sett búgv í høvuðsstaðnum. Jóannes er giftur Eyðvør, fødd Djurhuus. Charlotta er gift Óla Hans Olsen, og Brita er gift Eli Smith.
Ólavur arbeiddi leingi sum tekniskur teknari. Nógvu tey seinnu árini hevði hann álitisstarv umborð á Norrønu. Hann hevði fjølbroyttar listarligar gávur, og hann fekst ikki so lítið við at tekna. Í 1978 og 1979 var hann á tekniskúla á Carlsberg Glyptotekinum hjá Askov Jensen, og á vári í 1982 var hann á Holbæk Kunstháskúlanum. Framsýningar hevði hann eitt nú í Føroya Sparikassa við Tinghúsvegin, Smiðjuni í Lítluvík, og hann hevur luttikið bæði á ólavsøkuframsýningini og várframsýningini. Dagin fyri, sum hann andaðist, var hann saman við svágrinum, Eli Smith, norðuri við Gjógv og teknaði. Teir báðir hava verið saman á mangari listarligari námsferð, bæði uttanlands og innanlendis, og teir báðir hava fleiri ferðir sýnt fram saman.
Men tað var sum sangari, at Ólavur á Váli var serliga kendur, og nú hann er farin, hava Føroyar mist ein av sínum størstu sangarum. Songevnini og songgleðina hevði hann ikki frá fremmandum. Líggjas var framúr, og Anna hevur verið tiltikin. Tey løgdu sína orku og huga í sangin í brøðrasamkomunum, har tey høvdu sítt andaliga heim. Men tað var eyðkent fyri tey, at tey altíð vóru klár at hjálpa til og lívga við sanginum, allastaðni har tað vóru boð eftir teimum, og soleiðis hevur tað eisini verið hjá børnunum. Gleðishátíðirnar og sorgarløturnar eru so nógvar, sum hava fingið serligan dám yvir seg, tí tey á Váli hava lagt sítt afturat, og nú munnu tað vera mong, sum fegnast serliga nógv um, at tað fyri nøkrum árum síðani eydnaðist teimum á Váli at geva fløgu út.
Ólavur var smádrongur, tá ið hann fór at syngja í barnakóri. Í 1970 fór hann uppí Betesda kórið, og tá ið familjan í 1972 flutti til Havnar, gjørdust Ólavur og øll hini í familjuni stuðlar í Ebenezer kórinum. Framúr røddin og umgeingiligi, trúfasti og lítilætni maðurin høvdu við sær, at boð vóru nógva staðni frá eftir Ólavi. Hann var við í Nikodemussangbólkinum hjá MC og kamarkórinum hjá Ólavi Jøkladal, og tað er so mangan komið fyri, at kór hava heitt á Ólav um at stuðla sær, tá ið teimum restaðu eina trivaliga og stinna bassrødd.
Mest kendur man Ólavur vera sum partur av Dupultkvartettini í Ebenezer og sum solosangari. Dupultkvartettin hevur verið framúr, og teir hava so mangan á so ógvuliga tignarligan hátt umboðað samkomurnar, høvuðsstaðin og Føroya land og fólk.
Upp undir jól í 1978 gav Evangeliska Røddin band út, har Ólavur á Váli, sum tá var 23 ára gamalur, syngur. Saman við stuðulsrøddum og orkestri var væl lagt til rættis, og tilfar av hesum bandinum er framvegis at hoyra. Her sum so ofta syngur Ólavur nógv um Himmalin. Heitð er Eg vil syngja ein sang. Hesin sangurin og so tann á hinari síðuni, sum eitur "Ein dag, ein dag" gerast serliga nærverandi og vónríkir, nú yndisligi sangarin Ólavur á Váli í dag verður borin til sítt síðsta hvíldarstað her á fold.
Eg vil syngja ein song um hitt signaða land, Um hin ljósa og skínandi stað, Har ei nakra tíð stormur skal ýla um strand, Um hitt land, sum ei sorg hevur sæð. Hetta landið eg ofta í andanum sá Og tann ljóma, sum skyggir um tað, Og tað mangan mær var, sum ein toka ber lá Millum meg og hin glitrandi stað (1. vers av nr. 936 í SGF).
Ein dag, ein dag - um ikki fyrr, So tá eg standi honum hjá - Er skilligt alt, ið hjartað spyr; Guds veg, Guds ráð eg skilji tá.
Og so heilsar Ólavur við niðurlagnum: Tí líti eg hvønn dag á teg, Eg óttist ei, tú ert mær hjá; Ja, sjálvt á myrkum, tungum veg Eg syngi: Eg skal skilja tá! (nr. 583 í SGF).
Í dag kennist hetta sum serlig heilsan frá Ólavi og til mammuna, systkini, øll teirra og allar føroyingar, sum drýpa høvur í virðing um minnini eftir stóra sangaran og menniskja Ólav á Váli.
J. Hansen