Leygarkvøldið 31. mars verður Led Zeppelin brak í Norðurlandahúsinum við íslendska rokkbólkinum Dúndurfréttir.
Hesin bólkur hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður. Fyrru ferð var í 2009, tá ið bólkurin framførdi The Wall eftir Pink Floyd saman við Føroya Symfoniorkestri fyri trimum fullsettum konsertum. Seinnu ferð var í 2011, tá ið bólkurin framførdi The Dark Side of the Moon eftir Pink Floyd saman við føroysku sangarinnunum Onnu Faroe, Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen og Onnu Mariu Olsen fyri góðum 800 áhoyrarum.
Nú koma Dúndurfréttir so aftur til Føroya, hesuferð við tónleiki eftir Led Zeppelin. Led Zeppelin er ein av legendarisku rokkbólkunum frá sjeytiárunum og summi vilja enntá vera við, at talan er um besta rockbólk nakrantíð.
Led Zeppelin góvu níggju plátur út og teir hava selt ímillum 200 og 300 milliónir plátur.
Fyrstu pláturnar vóru rættuliga blues- og tung-rokk kendar, hóast stílurin eisini var rættuliga egin og íblásturin kom úr ymiskum tónleikagreinum.
Í teimum seinnu plátunum hoyrist, at bólkurin hevur fingið sær íblástur úr fólkatónleikinum, og hetta er serliga galdandi fyri navnleysu plátuna, har teirra kendasta lag, Stairway to Heaven, er eitt av løgunum.
Dúndurfréttir fara at framføra kend løg eftir Led Zeppelin men ætla sær eisini at spæla onkur løg, sum ikki eru so kend og sum eru meira forkunnug fyri hard-core Led Zeppelin fjeppararnar. Norðurlandahúsið letur hurðarnar upp klokkan 21og sjálv konsertin byrjar klokkan 21.45.
Myndin er av Dundurfréttir.