Leggja ikki saman nú

Fótbóltsfelagið Undrið FF hevði mikukvøldið fund um samanlegging við FC Hoyvík, men greiður meiriluti vildi ikki leggja saman

FC Hoyvík og Undrið FF hava síðstu tíðina tosað saman um eina samanlegging, men á fund­inum mikukvøldið, har umleið 50 limir í Undrinum møttu, var niðurstøðan greið: – Tað er greiður meiriluti fyri ikki at leggja saman við FC Hoyvík í løtuni, sigur Mikkjal Hvanna­stein, formaður í Undrinum.
Fyrimunurin við eini saman­legging hevði fyri Undrið verið, at felagið hevði fingið eitt hús at húsast í, umframt sterkari lið. – Vit síggja nakrar fyrimunir við at leggja saman, men enn er framtíðin hjá FC Hoyvík og fótbóltsviðurskiftinum í Havn óviss. Tí vita vit ikki, hvat vit leggja saman við, sigur Mikkjal Hvannastein.
Samstundis sakna tey í FC Hoyvík, at nakað hendir við­víkjandi nýggjum fótbólts­vølli í Hoyvík, umframt at felagið kundi hugsað sær størri stuðul frá fólk­inum í Hoyvík:
– Tað gekk væl við FC Hoy­vík tey fyrstu árini, men síðani steðgur kom í viðvíkj­andi nýggja vøllinum, er tað sama hent við felagnum. Saman­legg­ingin var ein roynd at fáa gongd á málið aftur og styrkja felag­ið, sigur Fróði Danielsen.
– At hoyvíkingar ikki standa meira saman um FC Hoyvík, er kanska, tí vit ikki hava gjørt okkara arbeiði nóg gott, men tað er sum um fólk bíða bara eftir at vøllurin skal koma í Hoy­vík.