Leggja trýst á stórar kommunur í Suðuroy

Tær fimm smáu kommunurnar í Suðuroy fara nú at royna at fáa betri avtalur við tær stóru kommunurnar í oynni.

Tað er ongin loyna, at útreiðslurnar hjá kommununum til almannamál av ymsum slagi, eru munandi hækkaðar seinastu tíðina. Serliga hava kommunur staðfest, at útreiðslurnar til barnaverndarøkið eru munandi hækkaðar.

Suðuroy er í tveimum sosialum økjum, har Vág og Porkeri eru saman um eina sosiala deild sum er í Porkeri og hinar fimm kommunurnar í oynni eru saman um eina sosiala deild, sum er á Tvøroyri.

Men av tí, at tænasturnar eru so dýrar, hava tær fimm smáu kommunurnar í oynni stungið høvdini saman og hava viðgjørt støðuna.

Tað, sum liggur í kortunum er, at tær fimm smáu skommunurnar skulu sláa seg saman og fara í felag til tær báðar stóru kommunurnar at vita, frá hvørjari av teimum, tær fáa ta bestu tænastuna og bíligasta tilboðið.

Ongin avgerð er tikin enn, men kommunurnar fara so at tosa saman aftur.

Tað ger seg eisini galdandi, at kommunurnar hava sáttmálar um tær sosialu deildirnar og teir sáttmálarnar mugu tær so verða leysar av.

Men tann seinasta avtalan av hesum slagi er avtalanum millum Vág og Porkeri um sosialu deild, tí tað fer úr gildi á nýggjárinum í 2012.

Og nú fara tær smáu kommunurnar so at tosa um, hvussu tær í felag fáa sum frægast burtur úr eftir tá.