- Tað tykist greitt, at skal eitt uppskot um at bryggja sterkt í Føroyum hava nakran møguleika fyri at verða samtykt, so má tað verða andstøðan, ið leggur tað fram.
Tað staðfesti Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, tá Sosialurin avdúkaði úrslitið av spurnarrunduni um sterkt øl í Føroyum.
- Fyri mær er talan einans um eitt vinnupolitiskt mál, og hvussu tú vendir og snarar tí finst eingin logisk frágreiðing um, hví vit ikki kunnu bryggja sterkt í Føroyum. Sum nú er, er í fínasta lagi at selja sterkt í Føroyum, einasta treytir er, at tað ikki er framleitt her á landi. Og tað er óskiljandi, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon hevur tí gjørt av at taka gamla uppskotið, sum fyrr í ár fall, fram aftur, snøgga tað eitt sindur til, so tað samsvarar betri við viðgerðina undir seinastu framløgu, og síðani at leggja tað fram aftur.
Um tað verður í dag ella í morgin er ikki heilt greitt, tað veldst um, antin eg nái tað í dag ella ikki, segði Bjørt Samuelsen, tá vit tosaðu við hana fyrrapartin í dag.
»Við undantaki av einstøkum londum, sum hava fullkomið bann fyri rúsdrekkaframleiðslu og -sølu, er loyvt í allar flestu londum kring heimin at bryggja øl, vín og brennivín. Forboðið at fara uppum 5,8% er serføroyskt, og sera ilt er at skilja hvørjum endamáli markið tænir«, verður sagt í uppskotinum og víst verður síðani á, at til ber at keypa sær vín og brenn ivín úr øllum heimsins herðashornum.
»Men í Føroyum sleppa bryggjarí, ikki at bryggja nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Til samanberingar kann nevnast at Cider kann hava upp til 8m5 rúmprosent av alkoholi og vín á leið 13%. Vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, sum hevur úr nøkrum fáum upp í 60 rúmprosent alkohol, og vit loyva sølu av hesum gjøgnum einkarsølur kring landið«.
Og hildið verður fram:
»Einasta treytin vit seta til sterkari øl og brennivín er, at vøran er framleidd uttanlands og innflutt til landið. Man tað finnast nakað annað land, sum leggur slíkar forðingar fyri egnari vinnu«?
Sum tað sæst aðrastaðni á síðuni er stórur meiriluti fyri at lata rúsdrekkasøluna út til vanligar matvøruhandlar, men hetta er ikki ein spurningur, sum uppskotið hjá Bjørt Samuelsen tekur støðu til.
- Hetta er eitt reint vinnupolitiskt mál fyri meg, og snýr seg útilokandi um, hvørt vit skula kunna framleiða tað, vit selja í Føroyum, sigur Bjørt Samuelsen.
Tá Sosialurin tosaði við løgtingskvinnuna fyrrapartin var ikki seinasta hond løgd á uppskotið, men greitt er, at tað verður Bjørt Samuelsen vegna Tjóðveldi, ið fer at leggja uppskotið fram.
- Tað er ikki heilt greitt enn, men tað verður helst gjørt saman við øðrum flokkum ella tinglimum, sigur Bjørt Samuelsen.