Ílegur, fjølmiðlar og andstøða

Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum
??????
Hósdagin 24. mars var framløga um uppskot til løgtingslóg um ílegugransking hildin í Almanna- og heilsumálaráðnum. Framløgan var fyri samgongulimum. Høvuðsorsøkin til, at undirritaði valdi at bjóða samgongulimunum til hesa framløgu, var tíðarneyð. Vanligt er, at samgongulimir fáa lógaruppskot til hoyringar, áðrenn tey verða løgd fyri tingið við eini hóskandi tíðarfreist at lata aftur hoyringssvar. Men í hesum føri varð tíðin farin at ganga undan, og skotbráið fyri at lata aftur hoyringssvar hevði verðið alt ov stutt, um freistin at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið í hesi tingsetuni skuldi haldast. Og tað skuldi hon.
Framløgan av lógaruppskotinum skuldi sostatt koma í staðin fyri ta vanligu hoyringina, sum van-liga varir einar 14 dagar.
Í seinastu løtu vórðu fjølmiðlarnir eisini bodnir við, tí undirritaði eina stokkuta stund helt, at hann á henda hátt kundi fáa tvey fyri eitt, av tí at fleiri áhugað tíðindafólk høvdu biðið um kunning og samrøður um ílegugranskingina. Men í bjørtu glæmuni hjá tí eftirsnara var hendan avgerð í so bráð, og átti at verið ógjørd. Hetta kann eg bert harmast um.
Og hósdagin 3. mars stendur andstøðulimum í boði at fáa júst sama møguleikan, sum samgongulimir fingu hósdagin 24. februar, tí tá verður lógaruppskotið lagt fram fyri andstøðulimum í Almanna- og heilsumálaráðnum. Á henda hátt verða bæði samgongupolitikarar og andstøðupolitikarar væl fyri, tá orðaskiftið verður um lóg-aruppskotið í Løgtinginum.
Samstundis vil eg við hesum gera vart við, at vit, tá vit fyri knøppum ári síðani løgdu til rættis lógararbeiðið hjá Almanna- og heilsumálaráðnum fyri hesa tingsetuna, buðu andstøðupolitikarum í Trivnaðarnevndini til fundar, hetta fyri at fáa góð ráð og íblástur, og fyri at kunna um ætlaðar raðfestingar. Eisini hava vit havt framløgu fyri øllum tinglimum um serviðgerð uttanlands.
Hetta samskiftið raðfesta vit framvegis høgt. Tí, sum Bill Justinussen førir fram í lesarabrævi í bløðunum mikudagin 2. mars, tekur tað mangan nógv ár og fleiri enn ein landsstýrismann at greiða eitt lógaruppskot úr hondum. Heldur enn at kvetta alt framhald í drúgva arbeiðinum at smíða lógir, havi eg eftir førimuni roynt at troytt ta vitan, sum longu finst. Og frá fyrsta degi hevur Bill Justinussen víst seg at verið ein sera dýrmettur viðleikari, sum vælmeintur og eldhugaður hevur givið ráð og víst stuðul sum fáur.
Við góðum samstarvi og góðum samskifti arbeiðir fyrisitingin í Almanna- og heilsumálaráðnum ikki í sjálvdrátti, men fram ímóti einum felags máli, ið má vera eitt vælvirkandi almanna- og heilsuverk í Føroyum.