Leiðari til vakuum- og frystiframleiðslu
Hevur tú hug at menna okkara vakuum- og frystiframleiðslu, skapa nýggjar loysnir, samskipa og fremja royndir fyri at betra og menna framleiðsluna?
Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki, sum brennir fyri framleiðslu og vil standa á odda fyri og víðarimenna okkara vakuum- og frystiøki á góðskingarvirkinum í Sørvági.
Talan er um fulltíðarstarv. Tú kemur at vísa til virkisleiðaran, Jóan Karl Joensen.
Arbeiðsuppgávur
- Leiða framleiðsluna av vakuum pakkaðum frystum laksafløkum.
- Menna og styrkja vakuum- og frystiframleiðsluna
- Fremja royndir og menningarátøk innan framleiðsluna
- Planleggja og stýra dagligu framleiðsluni saman við virkisleiðarinum og økisfólkunum
- Fylgja upp við framleiðslutølum og tryggja framleiðslueftirlit
- Tryggja at mannagongdir viðv. pakking, frysting, sporføri, goymslu og avskiping verða fylgdar
- Tryggja, saman við starvsfólkadeildini, at arbeiðsøkini eru røtt mannaði
- Samskifta við sølu-, góðsku- og aðrar framleiðsludeildir
- Arbeiða miðvíst við framleiðslumenning og optimering
Førleikakrøv
- Tú hevur stóran áhuga at arbeiða við framleiðslu og framleiðslumenning
- Tú ert fyrikomandi og trívist við at leiða og inspirera onnur
- Tú ert skipað/ur, sjálvstøðug/ur og dugir væl at arbeiða í toymi
- Tú ert ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
- Hevur góðar telduførleikar
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu ella framleiðslu .
Løn og treytir
Løn og setanarviðurskifti verða avtalað partanna millum. Starvið er fulla tíð og arbeiðsstaðið er í Sørvági. Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Jóan Karl Joensen, tlf +298 288260 ella skriva til joankarl.joensen@hiddenfjord.com
Umsókn og CV skulu sendast til joankarl.joensen@hiddenfjord.com í seinasta lagi 05.04.2026.
Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Hiddenfjord hevur smoltstøð, aling á sjónum, góðskingarvirki og søludeild. Vit leggja stóran dent á menning, dygd og at virka í samljóði við náttúruna.











