Dagføring: Tunnilin er opin aftur

Ein betongbilur hevur mist betong á vegin. Dagføring: Nú er tunnilin opin aftur, upplýsir løgreglan nú klokkan 16:25

Leirvíkstunnilin er stongdur í løtuni. Og tað verður hann í tann næsta tíman ella so, sigur vaktleiðarin á politistøðini. 

Ein betongbilur hevur mist betong á vegin. Tað var ikki nóg mikið at sópa tað upp, og tí verður tunnilin nú spulaður. 

Har er long bíðirøð, sigur vaktleiðarin. Og koyrandi er ikki eftir gamla Leirvíksvegnum, sum er stongdur.