Leita framvegis eftir harð­skaps­manni

Enn er maðurin ikki funnin, sum framdi harðskap næstsíðsta sunnukvøld

Løgreglan sigur seg vita, hvør maðurin er, sum framdi harðskapin.

Tað var klokkan 23:38 næstsíðsta sunnukvøld, at løgreglan fekk boð um, at ein maður varð funnin í miðbýnum í Havn uttan vit og eftir øllum at døma niðursligin.

– Vit halda, at hann hevur verið fyri harðskapi av onkrum slag, men vit vita ikki, tí hann var ikki førur fyri at siga nakað sum helst, segði vaktleiðarin á politistøðini dagin eftir, mánamorgunin í síðstu viku, tá hann hitti fjølmiðlarnar.

Hann var funnin í Sverrisgøtu nærindis skeinkistaðnum Tórshøll.

– Um fólk hava verið har á leiðini og hava sæð eitthvørt, so vilja vit fegin frætta, segði vaktleiðarin tá.

Maðurin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið, og løgreglan fer at tosa við hann í dag fyri at greiða málið.

Seinni kundi løgreglan greiða frá, at tey vita, hvør maðurin er, sum hevur framt harðskapin, men at hann ikki var funnin. Og hann er framvegis ikki funnin, váttar vaktleiðarin í morgun, nú 10 dagar er farnir, síðani harðskapurin varð framdur. Men løgreglan heldur seg vita, at persónurin framvegis er í Føroyum.