Leitisteinur sokkin á Oyri

Royndin at taka skipið upp aftur heldur fram í morgin.

Í dag hevur verið arbeitt við at taka eitt gamalt skip upp frá botni.

 

Ein stórur krani hevur verið brúktur í arbeiðnum.

 

Skipið liggur sokkið niður fyri bryggjuna á Oyri .

 

Sum skilst, gjørdist arbeiðið ikki liðugt í dag, men hildið verður fram við upptøkuni aftur í morgin.

 

Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur skipið, sum eftir hvat skilst er Leitisteinur VN 556, OW2021.

 

Skipið, sum liggur sokkið á Oyri, er 18,75 metrar langt.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ein stórur krani hevur verið brúktur í arbeiðnum í dag.