Lemvig-Thyborøn er framvegis aftast í bestu donsku hondbóltsdeildini

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu tepurt á heimavølli í dag

Seinnapartin tóku Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn móti Ribe-Esbjerg í heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað endaði við einum teprum 32-30 sigri til Esbjerg, ið merkir, at Lemvig-Thyborøn er framvegis aftast í deildini við 11 stigum. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Vilhelm og liðfelagarnir hava fimm dystir eftir, har teir mugu stríðast at sleppa av aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. Liðini sum enda nummar 9 til 13 aftaná lokið grundspæl spæla Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting. Liðið sum endar sum nummar 14 og aftast flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina.

 

Vilhelm skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál í dagsins dysti.

 

Leygardagin 24. februar spælir Lemvig-Thyborøn á útivølli móti Sønderjyske.