Høgni Mohr
Lena Anderssen, føroyska songkvinnan við tí mjúku, kenslusomu og kanadisku røddini, er á veg fram. Við stórum, men vælumhugsaðum fetum?
Hon og maðurin, Niclas Johannesen, sangskrivari, ið eisini er partur av tónleikanavninum, Lenu, fóru yvir til Kanada í apríl. Orsøkin til tess var, at fløgan »long distance« ið Lena gav út í fjør, gav endurljóð har yviri.
Bróður Lenu, Leif Anderssen, var í Kanada, og sjálvandi fekk hann nøkur eintøk av fløguni sendandi. Hann hevur spælt løgini fyri fólki, og áhugin var har beinanvegin. Útvarpsstøðir fingu eisini hendur á fløguni, og eitt minni plátufelag bjóðaði Lenu sáttmála beinanvegin, men hon og Niclas valdu at siga nei takk.
Kønur komin
uppí leikin
Niclas Johannesen sigur í samrøðu við Sosialin, at ætlar tú at marknaðarføra tónleik uttanlands, er sera umráðandi at fáa sær góð sambond; ikki minst løgfrøðilig. Tískil hava tey bæði fingið samband við ein løgfrøðing, ið hevur hollar royndir í tónleikaumhvørvinum á kanadisku vesturstrondini. Maðurin, ið er serkønur á undirhaldsøkinum, hevur hoyrt fløguna hjá Lenu, og honum dámdi væl løgini. Hann ráddi teimum báðum frá at gera sáttmála við lítla plátufelagið; hóast tað vildi binda seg til at gera sjónbandsløg og geva stakfløgur út.
Lena »live«
Seinni hava nøkur nógv størri plátufeløg víst Lenu áhuga. T.d. vórðu Warner Brothers og Sony Music í Toronto, og Columbia í Los Angeles áhugað í songkvinnuni. Tey vildu sleppa at hoyra Lenu, »live«.
Lena og Niclas fóru síðani úr Føroyum til Vancouver, og funnu sær nakrar knasandi góðar yrkistónleikarar at spæla saman við haryviri. Við á ferðini var eisini kendi føroyski snillingurin, Óli Poulsen, sum skipaði framførsluna, tey høvdu í býnum.
Talan var um eina tónleikastevnu fyri innbodnum umboðum fyri plátufeløg og bransjuna annars. Lena og tey spældu ein hálvan tíma; og eftir øllum at døma fall framførslan áhoyrarunum væl fyri oyra, tí beint eftir vórðu tey boðin til fleiri fundir.
Warner vil hava »hitt«
Støðan hjá Lenu og Niclas í løtuni, er, at samstarvsmøguleikar við ymisk plátufeløg verða kannaðir; serliga við Warner í Kanada. Júst hetta felag er áhugað í at gera eina fløgu til Kanadiska marknaðin. Treytin fyri samstarvi tykist at vera, at Lena og Niclas skulu prógva, at tey eru før fyri at gera eitt nýtt, ella velja eitt lag av »long distance«, sum kann gerast ein landaplága.
Lena í CBS
Meðan tey vóru í Kanada, gjørdu tey ein hóp av nýggjum løgum, og nøkur royndarløg eru longu framleidd. Til ber at hoyra okkurt av hesum nýggja á heimasíðuni hjá Lenu. Adressan er, www.lenamusic.com.
Tað er føroyska útflutningsfyritøkan Farex, ið hevur stuðlað sera snotuligu og spennandi heimasíðuni.
Nógv er farið fram, síðani føroyska songkvinnan var at hoyra í størsta kanadiska útvarpinum, Z 95.5. Aðrar útvarpsrásir hava fingið frænir av vøkru føroysku røddini, og í september verður Lena spæld eina heila viku á stóru tónleikarásini, Q 100.3. Einar trígggjar milliónir kanadamenn hoyra hetta útvarpið. Tað var júst á heimasíðuni, tey á Q bóru oyra við Lenu. Stóra sjónvarpsrásin, CBS, hevur somuleiðis fingið hendur á ungu songkvinnuni, og til heystar skal hon framføra í einum av sendingunum.
Noyðast at flyta
Lena og Niclas eru vorðin greið yvir, at tað ikki ber til at vera í Kanada nakrar mánaðar, og síðani vænta at viðurkenningin kemur av sær sjálvari. Neyðugt er at flyta úr Føroyum og brúka nøkur ár til ætlanina. Hjúnini eru tískil komin til Føroya at rigga av og fyrireika seg, áðrenn tey flyta til Kanada í oktober.
Hóast mest hevur verið gjørt burturúr í Kanada, hava eisini amerikumenn víst áhuga. Plátufelagið Columbia vil fegið sleppa at hoyra Lenu í Los Angeles, og tann ætlanin er við at fáa skap í løtuni.
Heldur Óla,
enn John Webster
Niclas gitar, at meginparturin av »long distance« verður endurútgivin í Kanada, við einum ella tveimum løgum skoyttum uppí. Plátufeløgini í Kanada hava verið bergtikin av góðu góðskuni á fløguni, sum jú er upptikin í Føroyum. Hetta er eitt stórt herðaklapp til Niclas, sum framleiddi ta fløguna. Óli Poulsen miksaði »long distance«, og hann fer at standa fyri framleiðsluni av nýggja tónleikinum hjá Lenu; hóast ein annar mætur maður, framleiðarin John Webster, ið hevur arbeitt saman við m. ø. Aerosmith og Bon Jovi, longu hevur bjóðað seg fram at gera fløguna.
Niclas Johannesen ger vart við, at Óli Poulsen er valdur tí hann er so dugnaligur, og ikki bara tí hann er føroyingur...
Sponsorarnir týdningarmiklir
Umframt Vinnumálastýrið, sum gjøgnum Jakzac studio lat fíggjarligan stuðul til ferðina, eru fýra høvuðssponsorar. Teir eru Atlantsflog, Føroya Banki, Shell, Føroya Lívstrygging og Tryggingafelagið Føroyar. Tað skilst á Lenu og Niclas, at fíggjarligi stuðulin, tey hava fingið frá hesum fyritøkum, hevur havt sera stóran týdning fyri tað avgerandi stigið, tey eru komin víðari á ferðini í Kanada.