Lena er klinikkassistentur og hevur arbeitt á Barnatannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu í yvir 40 ár, har hon kann sigast at vera ein sannur kapasitetur. Bæði tað at hon dugir væl við børnunum og er skjót at seta seg inn í alt tað, sum kemur fram innan nýggja tøkni.
Lena var rættuliga tikin á bóli, tá hon kom til arbeiðis í morgun, tá starvsfelagarnir høvdu pyntað klinikkina við fløggum og ballónum, og bjóðaðu henni út í býin at eta morgunmat saman við teimum.
Lena er úr Klaksvík, dóttir Emmu, f. Olsen, úr Árnafirði, og Poul Sofus Joensen, vanliga nevndur Bei, úr Klaksvík. Lena er gift við Jákupi Gerðalíð, tey eiga tvey børn, Astrid, sum býr í Esbjerg, og Jógvan, sum býr í Klaksvík.
Lena verður ikki heima føðingardagin.