Leo pávi (vinstrumegin) heilsar amerikanska uttanríkisráðharranum Marco Rubio 19. mai 2025 í Vatikaninum. Teir hittast aftur hósdagin. - Mynd: Simone Risoluti

Leo pávi og Rubio hittast í Róm

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, fer hósdagin at hitta Leo páva.

Leo pávi (vinstrumegin) heilsar amerikanska uttanríkisráðharranum Marco Rubio 19. mai 2025 í Vatikaninum. Teir hittast aftur hósdagin. - Mynd: Simone Risoluti

Fleiri italskir miðlar skrivaðu í gjar, at uttanríkisráðharrin í vikuni fer til Vatikanið og Italia at luttaka á ymiskum fundum.

Tá var enn óvist, um uttanríkisráðharrin eisini fór at hitta pávan.

Vatikanið boðaði tó seinnapartin í dag frá, at avtalað var um fund millum teir báðar.

Hetta hendir, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, harðliga fanst Leo páva í apríl.

Í einum uppslagi á sínum sosiala palli, Truth Social, lýsti Trump pávan sum veikan "tá tað snýr seg um brotsverk" og tilflyting.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

Leo pávi (vinstrumegin) heilsar amerikanska uttanríkisráðharranum Marco Rubio 19. mai 2025 í Vatikaninum. Teir hittast aftur hósdagin. - Mynd: Simone Risoluti