Leonard var trífaldur málskjútti

1. DEILD: Hóast sandoyingar í dag vunnu størsta sigur á árinum, so sær tað út til, at B71 fer at enda á triðja plássi og harvið ikki fer at flyta upp

Tað endaði við 7-1 heimasigri, tá ið B71 í dag hevði vitjan av 07 Vestur, sum næsta ár fer at spæla í 2. deild. Málið hjá B71 var undan kappingarbyrjan at vinna pláss í bestu deildini. Tað sær út til ikki at fara at eydnast.

 

Nú tað resta trý umfør hevur B71 53 stig. Tað eru níggju stig fram til AB, sum saman við Skála fer at flyta upp í bestu deildina.

 

Hálvleiksstøðan var 3-1. Einsamalla málið hjá 07 Vestur skoraði Jónas Nordendal dygst undan steðginum.

 

Hjá B71 var Leonard Londe trífaldur málskjútti. 22 ára gamli amerikanski álopsspælarin hevur skorað 15 mál, og hann er toppskjútti hjá B71. Lucas Ørneborg var tvífaldur málskjútti. 23 ára gamli danski álopsspælarin hevur skorað seks mál í sjey dystum, síðani hann í summar flutti til B71. Hini málini skoraðu Eduardo Coimbra úr Brasil, sum nú hevur skorað 12 mál og Jákup Høgnason, sum fyri aðru ferð í ár var máskjútti.

 

Í trimum teimum síðstu umførunum fer B71 at spæla ímóti Skála (ú), AB (ú) og ÍF (h).

 

07 Vestur fer í trimum teimum síðstu umførunum at spæla ímóti AB (h), NSÍ (h) og KÍ (ú).