Seinnapartin klokkan 17 í morgin spælir føroyska fótbóltslandsliðið dyst um triðja plássið í Baltic Cup kappingini.
Dysturin verður leiktur í Riga móti Lettlandi.
Føroyar taptu greitt 1-4 (1-1) fyri Estlandi, har tað gekk serliga illa í seinna hálvleiki. Lettland tapti á heimavølli 0-2 (0-0) fyri Litava.
Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina lítla favorittstøðu til Lettland.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Lettland eru 1,85.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,44.
Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 3,80.
HER eru oddsini:
##med2##