- Hvussu kunnu øll hesi fólkini bara standa har og halda, at hetta er í lagi. Hetta er á ongan hátt í lagi. Hetta er vemmiligt, og Danmark, tit eiga at steðga hesum!
Hetta skrivar fimmfaldaði heimsmeistarin í Formel 1, Lewis Hamilton, í sambandi við trý videobrot, hann hevur lagt út á Instagram av grindadrápi í Føroyum.
##med2##
Danski sjónvarpsmaðurin og Føroyavinurin, Anders Lund Madsen, úttalar seg í dag á Twitter um útsøgnina hjá heimskenda bilføraranum.
- Lewis Hamilton er ein idiotur, skrivar Anders Lund Madsen, sum við hesum forsvarar føroyingar.
Ein annar kendur dani hevur eisini úttalað seg - hann er harafturímóti fullkomiliga samdur við Lewis Hamilton. Talan er um Formel-1 bilføraran, Kevin Magnussen, sum hevur viðmerkt uppslagið hjá Hamilton.
- Danmark kunnu ikki steðga hesum, Lewis. Men ja, hetta er sera vemmiligt. 100% samdur.
Ein onnur heimsstjørna, sum fleiri ung ivaleyst kenna, er diskarin DJ Snake, sum hevur gjørt nógv hitt við verðinsstjørnum. Hann hevur eisini viðmerkt uppslagið hjá Hamilton.
- Hetta ger meg sjúkan, skrivar hann sum viðmerking.
Ikki fyrstu ferð
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Lewis Hamilton blandar seg upp í kjakið um grindadráp í Føroyum. Í juni mánað byrjaði hann ein líknandi tráð, har hann segði, at hann vamlaðist av føroyingum og grindadrápinum.
- Hetta er nakað so ørmyklandi. Álvaratos, hvussu kann mann gera hetta ímóti einari aðraru veru? Eg vamlist, skrivaði heimsins besti Formel-1 førari á Instagram í juni.
Hansara uppíblandan tá fekk nógvar reaktiónir frá føroyingum, ið ikki funnu seg í, at hann skuldi skriva soleiðis út til sínar 12 milliónir fylgjarar - og nú endurtekur søgan seg.