Óli var hvalbingur, sonur Onnu, f. Djurhuus úr Sumba og Daniel Jacob Berg úr Hvalba.
Óli tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1977 og var lærari á Venjingarskúlanum í Havn frá 1977 til 1979, tá hann fekk lærarastarv í Hvalbiar skúla.
Umframt starvið sum lærari hevur hann verið skrivari hjá Hvalbiar kommunu, og hann var eisini nevndarformaður í lemmatrolaranum Niels Paula, heimahoyrandi í Hvalba.
Óli var giftur Hannu, f. Jacobsen, úr Havn.