Óli er nú komin upp á 80 landsdystir

Tveir gøtumenn limaðu seg leygardagin inn í 25 felagið, sum nú telur 28 spælarar, og kanska verður víðkað við einum manni afturat í ár. Tað gingu fimm ár frá tí 24. og til 25. landsdystin hjá veterani í Gøtu

Liðformaðurin á føroyska landsliðnum setur met hvørja ferð, hann fer á vøllin. Leygardagin var hann fyri 80. ferð á landsliðnum, og hetta var 78. ferðin, at hann taldist millum teir fyrstu ellivu. At talan er um framúr avrik vísa dystartølini hjá spælarum í øðrum londum. Eitt nú eru tað bara níggju danskir spælarar, sum hava rokkið so nógvum dystum, sum Óli hevur spælt.
Næsti avbjóðarin til dystarmetið hjá liðformanninum er Jákup á Borg. Hann er tann av teimum, sum framvegis eru á landsliðnum, ið eigur næsthægsta dystartalið. Tá ið Óli Johannesen mikudagin fer at spæla á landsliðnum fyri 81. ferð, verður dystartalið hjá Jákupi á Borg 49. Næstur Jákupi á Borg er navni hansara, Jákup Mikkelsen, sum mikudagin fer at verja føroyska málið fyri 48. ferð.
Tveir gøtumenn, sum báðir eru miðvallarar, limaðu seg leygardagin inn í felagið fyri fótbóltsspælarar, sum hava umboðað Føroyar í minsta lagi 25 ferðir. Talan er um Súna Olsen, sum var millum teir fyrstu ellivu, og Sámal Joensen, sum var á vøllinum síðsta lítla korterið.
Síðani Føroyar í 1988 fóru at luttaka í UEFA skrásettum landsdystum, eru tað nú 28 føroyingar, sum hava spælt 25 landsdystir. Tað er møguleiki fyri, at ein spælari afturat kann røkka 25 landsdystum í hesum árinum. Talan er um Andrew av Fløtum, sum er skrásettur fyri 22 landsdystir.
Orsaka av skaðum spældi Andrew ongantíð á landsliðnum í fjør. Nú er hann við aftur, men leygardagin var ikki pláss fyri honum á vøllinum.

Sjáldsama langur steðgur
Tað hevur leingi verið tykist lítið sannlíkt, at Sámal Joensen skuldi røkka 25 landsdystum. Sámal var á landsliðnum fyri 24. ferð 13. februar í 2002 ella fyri fimm árum síðani. Tá var landsliðið á venjingarlegu á Kypros, og í vinardysti ímóti Liktinstein í Paphos, sum Føroyar vunnu 1-0, varð Sámal skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Ta ferðina loysti Sámal Joensesn Andrew av Fløtum av.
At Sámal eftir fimm ára steðg aftur er á landsliðnum er ikki sørt merkisvert. Í hesi fimm árini hevur Sámal bæði heilt hildið frí frá fótbólti, og so hevur hann eisini verið plágaður av skaðum. Í fjør var hann sannur brandur á GÍ miðvøllinum, og landsliðsúttøkan kann ikki annað enn sigast at vera ógvuliga uppløgd.
Sámal er ein av landsliðsveteranunum, men hann er ikki elsti maður. Jákup Mikkelsen er føddur 16. august í 1970. Óli Johannesen er føddur 6. mai í 1972 og Sámal er triði elstur. Hann hevur føðingardag 15. januar í 1975.

102 spælarar í 110 dystum
Ein maður var fyri fyrstu ferð á landsliðnum leygardagin. Talan var um Tem Hansen úr Fremad Amager, sum var á vøllinum síðsta stóra korterið. Hann loysti Súna Olsen av. Tem, sum er føddur 18. januar í 1984, er landsliðsspælari nummar 102. Føroyar hava spælt 110 altjóða skrásettar landsdystir.
Tveir av teimum tjúgu spælarunum, sum vórðu úttiknir til landsdystin ímóti Ukreina, vóru ikki á dómaraseðlinum, har tað bara er pláss fyri átjan nøvnum. Hesir vóru Jón Rói Jacobsen og Hanus Thorleifsson.