Fyrr í dag varð sagt her á síðuni, at allir teir 20 spælararnir, sum eru við U-21 landsliðnum í Aalborg, har dystur verður ímóti Danmark klokkan 17 í dag, eru tøkir.
Nú verður upplýst, at hetta er ikki rætt. Liðformaðurin Rógvi Holm, sum er álit í miðverjuni, er leikbannaður.
- FSF skrivstovan plagar at fáa fráboðan um leikbann frá UEFA, men eingin fráboðan er komin um Rógva. Tá ið vit í dag gjøgnumgingu gulu kortini frá undanfarnu dystum, sóu vit, at Rógvi hevur sæð gult tvær ferðir, og tað ber leikbann við sær. Tað er sjálvandi ábyrgdin hjá okkum sjálvum at fylgja við í sovornum, og tí verður Rógvi Holm ikki við í dag, sigur Bill Jacobsen úr Aalborg. Saman við Heðini Askham hevur hann ábyrgdina av U-21 landsliðnum.
Rógvi Holm sá gult í útidystunum ímóti Norðurírlandi og Serbia.
At Rógvi Holm ikki er tøkur ber við sær, at bara ein annar í 20 mannahópinum, sum er í Aalborg, skal út millum áskoðararnar at sita í kvøld.