Bridge
Seinastu umførini vórðu leikt í Klaksvík, og gjørdu fyrireikarinir har eitt framúr gott arbeið, sum tey hava uppiborið allan rós fyri.
Í 1.deild gjørdist liðið hjá Allani- Dal Christiansen føroyameistarar. Væl frammanfyri liðið hjá Boga Simonsen, ið gjørdist nrmmar tvey.
Á liðnum hjá Allani vóru, umframt Allan Dal-Christiansen, Magni Jøkladal, Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr.
Óli og Marjun upp
Í kappingini í aðru deild var tað Óli Holm, sum fekk eina framskundaða 60-ára føðingardagsgávu, tá liðið hjá honum eftir eina sera spennandi kapping flutti upp í fyrstu deild.
Heilt óvæntað var hetta kanska ikki, tí liðið hjá Óla er mannað við góðum og royndum leikarum, sum allir hava roynt seg í fyrstu deild.
Á liðnum vóru Óli Holm, Páll Augustinussen, Dia Poulsen, Hans Joensen, Birgir Jacobsen og Poul Johannus Joensen.
Í tríðju deild var sjáldan nakar ivi um, hvør skuldi flyta upp. Her var liðið hjá Marjun Restorff klárt besta liðið, meðan liðið hjá Jákupi Egholm gjørdist nummar tvey.
Á liðnum hjá Marjun vóru Marjun Restorff sjálv, Arnleyg Mikkelsen, Petur A. Johannesen, Eilif Petersen, Zacharias Joensen og Salamon Joensen.
Multihold
Eftir kappingina var ein multihold útrokning gjørd fyri øll pørini, ið hava leikt í 1.deild í ár. Hetta er ein útrokning, sum áleið sigur hvussu tey einstøku pørini hava staðið seg. Í hesum roknistykkinum stóðu Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr seg best. Heðin og Jóannes Mouritsen gjørdist nummar tvey, og Allan Dal-Christiansen og Magni Jøkladal endaðu á triðja plássinum.
Grand Prix
Føroya Bridge Samband hevur í ár skipað fyri eini Grand Prix parakapping, ið hevur verið leikt yvir fimm umfør. Her gjørdist Robert Langaard og Eyðun Anthoniussen klárt tað besta parið.