Óli Jacobsen, fakfelagsformaður: ? Hvør dagur er ein kampur

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelagi seinastu fjórðingsøldina, Óli Jacobsen, heldur ikki, at altjóða arbeiðaradagurin 1. mai hevur so stóran týdning longur, men hevur heldur súmbolskan týdning enn nakað annað

 

Garvaði maðurin í føroysku arbeiðararørsluni, Óli Jacobsen, heldur ikki, at hesin arbeiðaradagurin rørir kenslurnar á sama hátt sum fyrr, tá hesin dagurin mangan kundi fáa fjøldina í kók, og hann viðgongur, at fyri hann hevur hesin serstaki dagurin ikki so stóran týdning.

At fólk ikki leggja nakað serligt í henda dagin, sæst á hvørjum ári á Vaglinum, tá tey ikki eru mong, ið halda tað vera ómakin vert at leita sær oman í býin at lýða á røðurnar.

Tó metir Óli, at tað er neyðugt hjá arbeiðarafeløgum at gera vart við seg á onkran hátt, og hetta er eitt gott høvi. Sjálvur plagar hann at leita sær niðan á Vaglið altjóða arbeiðaradagin.

Ein av orsøkunum til hetta heldur Óli vera, at so nógv av málunum hjá fakfelagsrørsluni eru nádd, og tí halda fleiri seg einki hava at stríðast fyri. Her sipar formaðurin serliga til tey ungu, ið ikki altíð eru varug við, hvat stórt arbeiði liggur aftanfyri tað vælferð, ið tey njóta.


Kampur um hvørt komma

Tó er Óli Jacobsen ikki í iva um, at stríðið hjá fakfelagsrørsluni heldur fram.

? Hvør dagur er ein kampur fyri at vinna fram og fyri at varðveita vunnin rættindi, sigur Óli.

Hann leggur afturat, at fleiri halda, at øll úrslitini eru komin av sær sjálvum, men so er ikki. Tað er hinvegin ein kampur um hvørt komma, tí einki kemur av sær sjálvum, vísir hann á.

Óli heldur lítið um tað føroyska samfelagið, sum tað sær út í dag. Hann heldur okkum vera í markinum til eina bananrepublikk.

? Vit læra í skúlanum, at Føroyar eru so ómetaliga demokratiskar, men so er ikki, tí vit eru heldur á markinum til eina bananrepublikk.

Hetta byggir Óli á ta viðferð, fakfeløg fáa frá einum samdum løgtingi, sum ikki metir, at allir borgarar eru eins yvirfyri lógini. Óli sigur seg hava víst á, at tann føroyska demokratiska skipanin ikki riggar, sum hon skal, men eingin broyting er at hóma.


Støðið er lagt

Óli heldur, at 1. mai hevði verið eitt gott høvi hjá skúlunum at varpa ljós á fakfelagsrørsluna. Hetta kann gerast við at bjóða fakfelagsfólki til skúlarnar, og tey kunnu greiða næmingunum frá teirra virksemi og týdninginum av hesum arbeiði. Hetta hevði verið frægari enn at geva øllum frí henda dagin.

Sáttmálin hjá fiskimonnunum er til 1. desember, tá fiskimannafelagið fer í samráðingar við reiðarafelagið.