Óli og Johan taptu

Bæði í AGF og í OB vóru teir ikki nøgdir við at hava tapt á útivølli í ávikavíst Viborg og í Gladsaxe

Tveir av føroysku landsliðsmonnunum, sum mikukvøldið skulu til Sveis, vóru í eldinum í Danmark sunnudagin. Johan Byrial Hansen var aftur hesa ferð allar 90 minuttirnar í høgra verjuborði á sínum liði. Óli Johannesen spældi á sama plássi á sínum liði. Óli spældi inntil hann í 54. minutti varð avloystur av íslendinginum Ólafi Kristjansson.

Herfølge fekk í gjárkvøldið vitjan av FCK. Sambært tí, sum vit frættu, áðrenn blaðið fór til prentingar, so skuldi Jákup Mikkelsen verja Herfølge málið, og Todi Jónsson skuldi vera á ytsta miðvallarplássinum hjá FCK.


Marginalir ímóti

AGF var í Viborg, har lagið undan vikuskiftinum var sera gott. Viborg sendi hóskvøldið russiska CSKA Moskva úr UEFA Cup. Tað varð roknað við møguleikanum, at teir í Viborg fóru at vera eitt sindur troyttir og eymir í beinunum, tí teir bara høvdu havt frí í gott og væl hálvt triðja samdøgur, áðrenn teir aftur skuldu spæla landskappingardyst.

2.308 áskoðarar vóru vitni til, at AGF leingi var ágangandi og spældi seg til fleiri málmøguleikar, men tað gekk, sum tað ofta ger hjá botnliðum. AGF skoraði ikki upp á sínar møguleikar, og so vann Viborg 2?0. Teir fingu fyrra málið í 16. minutti, og teir skoraðu aftur í 57. minutti. Síðstu løtuna undan steðginum hevði AGF nógv spæl, og teir vóru aftur framvið í 2. hálvleiki, men tað segði tað sama. Hetta var sjeynda tapið hjá AGF í hesum kappingarárinum.


Fyrsti síðani B36

Endiliga eydnaðist tað AB aftur at vinna. Akademikararnar høvdu ikki vunnið í landskappingini síðani 20. august. Síðsti sigurin yvirhøvur hjá teimum var, tá teir hósdagin 24. august vunnu 1?0 í Gundadali ímóti B36 í undankappingini til UEFA Cup.

Tá AB var í Føroyum vóru teir væl fyri. Síðani hevur tað bara gingið skeiva vegin, og tí kom sigurin sera væl við.

OB hevði nógv spæl, men tað eydnaðist teimum bara at skora eitt mál. Tað fingu teir longu í fyrsta minutti. Málskjútti var Søren Berg. Hann er bóndi! AB javnaði tveir minuttir undan steðginum. Sambært danskar fjølmiðlar vóru málmøguleikarnir, sum endaðu við máli, teir einastu í 1. hálvleiki.

Í 2. hálvleiki hevði OB fleiri møguleikar, men tað var bara heimaliðið, sum fekk mál. 2.586 áskoðarar sóu í 75. minutti Jesper Falck, sum í vikuni var komin aftur úr Herfølge, leggja heimaliðið á odda, og tveir minuttir seinni staðfesti AB sigurin. Abdul Sule legði upp til øll trý AB málini.

Teir báðir fyrrverandi Herfølge menninir vóru ikki mettir at spæla nakað serligt. Jesper Falck fekk herðaklapp fyri málið, sum hann skoraði, meðan tað varð mett, at Steven Lustü skal venja meiri saman við nýggju liðfeløgunum, áðrenn nyttan fer at fáast burturúr honum í verjuni, sum hann hevur gjørt í Herfølge.


Nýtt oddalið

Í Brøndby smurdi heimaliðið uppflytararnar úr Haderslev av 6?1. Harvið varð Brøndby, sum avgjørt ikki tóktist illa upplagt av UEFA Cup ferðini í Slovenia, nýtt topplið.

Oddaliðið higartil, Lyngby, var í Silkeborg, har teir taptu ikki minni enn 3?0. Í Aalborg hevði heimaliðið vitjan av nýggja superligu liðnum FC Midtjylland. Nýggja liðið hevur staðið seg stak væl. Hesa ferð vunnu teir 2?1, og tað hevði við sær, at teir togaðu seg upp á næstfremsta plássið.

Burtursæð frá dystinum í gjárkvøldið ímillum Herfølge og FCK, so verður ikki spælt í superliguni aftur fyrrenn annan sunnudag. Tað kemst av, at danska landsliðið skal spæla HM undankappingardystir í vikuskiftinum og mikukvøldið í komandi viku