Óli Petersen 70 ár

Í morgin, týsdagin 24. januar, verður Óli Petersen á Skála 70 ár.

Óli hevur mongu tey seinastu árini verið medarbeiðari á Sosialinum, og føðingardagin verður móttøka í Miðlahúsinum.
70 ára føðingardagsbarnið er ættaður úr Klaksvík. Foreldrini vóru Fanny fødd Hansen og Hans Dávid Petersen. Fanny var fødd 28. mars í 1908, og hon andaðist 18. januar í 2002. Hans Dávid var føddur 25. mai í 1905, og hann andaðist 9. september í 1973.
Hans Dávid var ættaður úr Vági. Hann lærdi til lærara, og frá 1938 var hann lærari í Klaksvík. Fanny var ættað av Biskupsstøð í Klaksvík. Hon var í mong ár frammarlaga í Klaksvíkar Húsmøðrafelag, sum eisini tá var ógvuliga virkið.
Fanny og Hans Dávid búðu nógvu tey fyrstu árini í barnaheimi hennara á Biskupsstøð. Í 1958 bygdu tey ovarlaga á Ziskatrøð. Tey fingu tveir synir. Tann yngri er Herman, sum er føddur í 1939 og sum býr í Kolding.
Óli sigldi eitt sindur við Sjúrðarbergi, sum Kaj Johannesen og Martin Sivertsen førdu. Góðu evnini at tekna bóru við sær, at hann fekk starv á teknistovuni hjá Klaksvíkar Kommunu, sum tá helt til í Innistovu og seinni á loftinum í gamla skúlanum. Fyrrapartin av seksti árunum fór Óli til Randers at útbúgva seg til tekniskan teknara. Heimaftur komin fekk hann starv á Skála Skipasmiðju. Har var hann inntil í 1989, og síðani tá hevur hann prýtt baksíðuna á Sosialinum.
Óli hevur loyst nógvar aðrar tekniuppgávur. Eitt nú hevur hann teknað nógv fyri Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í Klaksvík prýddi hann Hugnalig jól og yrkingarsavn hjá Bernhardi Brim, hann hevur teknað grindavísuna, og so var hann eisini ein teirra, sum teknaði fyri Robert Joensen. Eitt nú átti hann tekningarnar í At glaða og brenna vita.
Tað var í sambandi við bøkurnar hjá Roberti Joensen, at Óli kom í sambandi við Susanne Barding, sum hann giftist við 20. apríl í 1979. Susanne, sum nú arbeiðir í studentaskúlanum á Kambsdali og á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð, umsetti onkrar av bókunum hjá Roberti, og í tí sambandinum heitti hon á Óla um at seta sín dám á bøkurnar.
Óli var frammanundan giftur við Hjørdis Jacobsen, og tey eiga dóttrina Fanny. Hon er gift Kára Mikkelsen av Toftum, og tey búgva í Keypmannahavn. Óli eigur tvey abbabørn - Óli og Heidi.
Óli er framúr við blýantinum. Tí ivast eingin í. At karikaturtekningarnar hjá honum eru so populerar kemst eisini av, at Óli er so fantastiska góður eygleiðari og analytikari. Hetta hava fleiri skilagóðir persónar úttalað seg um, eitt nú í Skemt 2005, sum kom út undan jólum, og sum tað varð gjørt serliga nógv burturúr í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá Óla.
Tað var í 1957, at almenningurin fyrstu ferð varnaðist, at Óli Petersen hevði serligar gávur sum karikaturteknari. Til Norðoyastevnuna hetta summarið, varð Rukkulakkin fyrstu ferð givin út. Onkur steðgur var, men satiriska heftið hjá klaksvíkingum var trúfastur norðoyastevnugestur inntil fyrst í áttati árunum. Tað vóru Bernhard Brim, Ville Sørensen og Poul N. Kjølbro, sum saman við øðrum góðum klaksvíkingum tóku stig til Rukkulakkan. Poul N. Kjølbro ella Nølle, sum hann varð nevndur, átti nógvar tekningar tey fyrru árini. Men boð vórðu longu undan fyrstu útgávuni eftir Óla hjá Hans Dávidi, sum hann varð nevndur, og nógvu tey seinnu árini átti Óli mest sum allar tekningarnar.
Tá ið Rukkulakkin av fyrstan tíð sá dagsins ljós, arbeiddi Óli hjá Klaksvíkar kommunu. Harvið bar honum til á orkesturplássi at fylgja við í, hvussu tað varð arbeitt, tá ið Klaksvíkin vaks so nógv, sum hon ongantíð hevði gjørt frammanundan ella hevur gjørt síðani. Ikki øll vóru eins fegin um at síggja seg sjálvi í Rukkulakkanum. Men tað vóru tey, sum so at siga settu eina æru í hetta. Óli hevur onkuntíð sjálvur sagt frá, at Óla Jákup Jacobsen ella Óla Jákup millum Garðarnar, sum hann varð nevndur, var formaður í teknisku nevnd tá. Harvið arbeiddi hann nógv saman við Óla, og hann plagdi at spyrja Óla, um hann nú hevði arbeitt ov lítið, um tað okkurt árið fall soleiðis, at hann ikki fann seg sjálvan í norðoyastevnuteitinum.
Eitt skifti fyri næstan fjøruti árum síðani teknaði Óli á baksíðuni á Dimmalætting. Hesum gavst hann tó skjótt við, og síðani 1989 hevur hann prýtt baksíðuna á okkara blaði. Talan er um nógvar hundrað tekningar, sum umframt í blaðnum eisini eru varðveittar í Skemt bókunum.
Eingin keðir seg, sum er í hóslag við Óla. Hann fylgir væl við í samfelagsgongdini, hann hevur gott minni, hann dugir væl at gera niðurstøður, og hann er meistarligur frásøgumaður, sum krydrar við skemti og speisemi - ikki minst sjálvspeisemi. Vit heilsa Óla á 70 ára degnum, vit takka fyri gott samstarv, og vit vóna, at tað framvegis fer at vera soleiðis, at tekningarnar hjá Óla P fara at vera við til at mynda Sosialin.
70 ára føðingardagin verður almenn móttøka í Miðlahúsinum millum klokkan 15 og 19, og vit vóna, at tað vera mong, sum fara at nýta hetta høvið at heilsa upp á og heiðra starvsfelaga okkara.SOSIALURIN