Óli skal hjálpa Toda

Skulu Todi Jónsson og FCK upp á ovastu rók í superliguni longu sunnudagin, verður neyðugt við hjálp frá Óla Johannesen

Superliga


Annað vikuskiftið á rað verður talan um føroyingauppgerð í Danmark. Hesu ferð verður hendan í Parkini, har Herfølge kemur á vitjan hjá FCK.

Dystirnir millum hesi bæði liðini hava mangan verið javnir, men at meta eftir stigatalvuni er ikki nógv, sum Jákup og teir kunnu gera hesferð. FCK er sera væl fyri í løtuni, og fingu, hóast snýttir av dómaranum, eitt stig við sær heimaftur, tá teir mánakvøldið vóru á vitjan hjá FC Midtjylland.

Javnleikurin tá merkti, at Brøndby smoygdi sær fram á fyrsta plássið, og skal FCK fram um teir, krevst ein sigur, umframt at Brøndby missur.

Tað kunnu teir gera í Aarhus, har Óli Johannesen møguliga verður millum teirra, sum skulu royna at steðga oddaliðinum. Farna vikuskifti koppaði AGF Lyngby, og tá spældi Óli við seinastu løtuna, sum samstundis var avgerandi parturin av dystinum.

Einki er at ivast í, at Todi setir sína vón til, at Óli og teir hava ein góðan dag, meðan hann hesu ferð ikki man leggja so nógv í, um Jákup ger okkurt kiks í Herfølge málinum.

Fjórði føroyingurin í superliguni, Johan Byrial Hansen, var ikki á vøllinum, tá OB spældi javnleik í Herfølge. Hesu ferð verður tað móti Viborg, at OB skal royna seg, men ikki er vist, hvørt rúmd verður fyri Johan, ella um venjarin framhaldandi fer at nýta hann í beinkinum.