Óli skal spæla botndyst

Fótbóltur: Tapir AGF dystin sunnudagin, enda teir á niðurflytingarplássi

Longu í morgin verður aftur spælt í superliguni, og tveir av føroyingunum verða í dysti.

Óli Johannesen og AGF hava týðandi dyst á skránni, tí teir skulu møta liðnum, sum liggur beint aftanfyri teir á stigatalvuni. Vejle hevur ? eins og AGF - fingið vánaliga byrjan í hesum kappingarárinum, og í løtuni liggja teir á næstaftasta plássinum, sum hevur niðurflyting við sær.

AGF er bara frammanfyri Vejle, tí teir hava betri málmun, og tí eru treytirnar hjá Óla Johannesen og liðfeløgunum í AGF greiðar. Tapa teir dystin móti Vejle, enda teir næstaftast í superliguni. AGF kann enda á aftasta plássinum, men so skal Esbjerg vinna sín dyst, sum er ímóti FC Keypmannahavn.

Tað hevur verið nógv tosa um vánaligu støðuna í AGF. Tað hevur verið ført fram, at AGF er ikki tað, tað var fyri nøkrum árum síðani, og úrslitini í hesum og seinasta kappingarári hava eisini borið boð um tað.

Fyri Peter Rudbæk, sum er venjari hjá AGF, er setningurin at halda AGF omanfyri niðurflytingarstrikuna ? helst langt omanfyri.

- Eg kundi bara sagt, at spælararnir hjá mær eru ov vánaligir, men tað kemur einki gott burtur úr tí. Vit verða noyddir at halda fram við at stríðast og betra okkum, sigur hann.


Todi til Esbjerg

FC Keypmannahavn skal í morgin spæla móti uppflytarunum úr Esbjerg. Mikukvøldið spældi liðið hjá Toda Jónsson móti OB, sum eisini flutti upp í superliguna í ár, og tá fingu teir javnleik í evstu løtu.

Og dysturin í tí jútska býnum verður ein rættilig roynd hjá FCK. Teir vilja so nógv, men í løtuni hava teir trupult við at liva upp til málini, sum teir hava sett sær.

? Tað hevði týdning fyri okkum, at vit fingu javnleik móti OB, eftir at vit óuppiborið taptu móti Herfølge. Nú er lættari hjá okkum at fyrireika okkum til dystin móti Esbjerg, vildi venjarin hjá FCK, Kim Brinck, verða við eftir dystin móti OB.

Toppskjúttin hjá FCK, David Nielsen, hevði leikbann mikukvøldið, men er klárur aftur í morgin. Ein annar kappingarneyti hjá Toda, Thomas Thorninger, skoraði málið hjá FCK, men hóast hetta verður helst pláss fyri Toda á liðnum. Í øllum førðum vísti hann enn einaferð mikukvøldið, at hann er ein av teimum, sum kann skapa sær og øðrum kjansir.


Jákup móti

gamla venjaranum

Jákup Mikkelsen og Herfølge spæla ikki fyrr enn mánakvøldið, tá Jákup aftur skal spæla móti gamla venjara sínum, Ole Mørch. AB, sum Mørch nú venur, liggur trý stig aftanfyri Herfølge, sum er á odda, og tí er talan um rættiligan toppdyst. Herfølge skal í øllum førðum hava javnleik, um teir skulu halda fast um oddasessin.

Dysturin, sum verður í Gladsaxe, fer at vísa, um Jákup og hansara liðfelagar klára at reisa seg eftir 4-0 tapi fyri AaB mikukvøldið. Hetta var fyrsta tapið hjá Herfølge í hesum kappingarárinum, og seinastu 20 minuttirnar av hesum dystinum ? tá AaB fekk øll síni mál ? var rættilig upploysn í verjupartinum, sum annars hevur verið sera góður alt ár.

Í Noregi fer Sogndal at spæla sín seinasta dyst í hesum kappingarárinum. Sogndal liggur sum nummar fimm á stigatalvuni, og vinna teir dystin sunnudagin, kunnu teir enda sum nummar 4, men uppflyting kemur ikki upp á tal. Sogndal skal spæla á heimavølli móti Lofoten, sum liggur í botninum í 1. deild.