Óli skuldi spæla mikudag og hósdag

Í Hvidovre var ætlanin, at Óli Johannesen skuldi spæla við teimum komandi hósdag, sum er dagin eftir dystin ímóti Jugoslavia

 

Landsdystur


Síðani hann seinast var í Føroyum og spældi landsdyst,er Óli Johannesen fluttur úr einum felag í superliguni og til eitt felag í næstbestu donsku deildini. Men eingin ivi kann vera um, at aftasti verjuskansin, sum fyri tveimum mánum síðani í Moskva spældi fyri 50. ferð á landsliðnum, er betri fyri enn nakrantíð.

Í AGF var hann síðstu tíðina fyri tað mesta á beinkinum, meðan hann í Hvidovre er í miðverjuni hvørja ferð. Venjingarstøðan er eisini góð, tí í Hvidovre venja teir sjey ferðir um vikuna.

? Viðurskiftini í felagnum eru á allan hátt sera professionell, og eg trívist stak væl. At Frank Skytte er venjari var mær til fyrimunar, tá eg í fyrstu tíðini eftir skiftið úr AGF og til Hvidovre skuldi stríðast fyri at koma á liðið, heldur Óli.

Frank Skytte hevur verið venjari hjá TB. Fyri stuttum hevur hann longt samstarvsavtaluna við Hvidovre inntil komandi summar. Hvidovre skal spæla á Tórsvølli ólavsøkuaftan. Og sambært Óla Johannesen, so er venjarin framvegis áhugaður í Føroyum og føroyskum fótbólti. Hetta sæst m. a. í, at hann er væl kunnaður um gongdina í bestu deildini í Føroyum.

Óli Johannesen var liðformaður á landsliðnum í Moskva. Hesa ferð eru hvørki Jens Kristian Hansen ella Todi Jónsson við, og tí kann roknast við, at Óli aftur fer at vera høvuðsálitið á vøllinum.

At Hvidovre eisini hevur stórt álit á Óla Johannesen sæst aftur í, at teir ætlaðu at fáa hann at spæla við teimum dagin eftir, at landsliðið komandi mikudag hevur spælt ímóti Jugoslavia.

Í Danmark eru reglurnar soleiðis, at eitt felag hevur loyvi at biðja um at fáa landskappingardyst fluttan, um tveir spælarar á liðnum eru upptiknir av landsdystum. Í síðstu viku var Stefan Andersen, sum er málverji hjá Hvidovre, úttikin til danska U?21 landsliðið. Tá Óli Johannesen frammanundan var úttikin til føroyska landsliðið, bóðu teir í Hvidovre um, at landskappigardysturin hjá teimum 2. hvítusunnudag varð fluttur, men grundarlagið undir áheitanini datt burtur síðsta vikuskifti:

? Tá fekk eg gula kortið, og tað hevði leikbann við sær. Tí var tað bara málverjin, sum ikki kundi vera við 2. hvítusunnudag, og harvið verður tað ikki neyðugt hjá mær at spæla bæði mikudagin og hósdagin, greiðir Óli Johannesen frá.