Óli skyldar mær eina treytaleysa umbering

Dan R. Petersen

Fyrst skal eg takka øllum teim mongu sjómonnum, sum hesi árini eg havi siglt, hava heitt á meg um at stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum. Somuleiðis takki eg teimum manningum og sóknarformonnum, sum við síni undirskrift hava stillað meg upp. Eg taki hetta sum ein stóran heiður.
Eg umhugsaði hetta gjølla, sera gjølla. Umborð á skipi er stór ónøgd við Fiskimannafelagið. Eg hevði ikki tikið hesa avgerð, kendi eg ikki stemningin umborð mótvegis felagnum, og var eg ikki vísur í at fella sitandi formann.
Fyri ordan skyld ringdi eg til Óla og boðaði honum frá hesi avgerð, samstundis sum eg boðaði honum frá, at eg ikki ætlaði at vera persónligur, men at eg sjálvandi hevði nøkur kritikpunkt, eg fór at føra fram, mál eg uttan úrslit havi ført fram á fundi í Fiskimannafelagnum.
Síðani sendir Mortan Berjastein sóknarformaður eitt tíðindaskriv og boðar frá uppstilling. Næsta, sum hendir, er, at Óli kemur sum eitt óløgi í Útvarpið og sigur meg skuldseta hann fyri at vera í lummanum á reiðarunum. Hóast hetta er vanlig hugsan millum sjómenn, havi eg ikki sagt hetta. Einasta, sum er komið fram, tá Óli missir fatningin, er eitt sakligt tíðindaskriv frá Mortani, sum eg onga ábyrgd havi av og ein sera hampilig grein, sum Randi Jacobsen hevur skrivað í Dimmalætting. Hví Óli er í øðini kunnu vit bara gita um. Eg leggi onki í,um Óli er óður ella góður, men kemur hann ikki við einari treytaleysari umbering, so hevur hann sjálvur lagt støði.
Niðurteljingin til vaktarskiftið á Fiskimannafelagnum er byrjað.