Reiðararnir á havinum eru sum kongsbøndurnir á landi fyrr í tíðini, hava summi sagt. Teir berjast ímóti øllum broytingum í mátanum, sum tilfeingið verður umsitið, tí verandi skipan er nøktandi fyri teir. Teir kunnu hvørt ár trýsta tinglimir at áseta fiskidagarnar eftir egnum ynski heldur enn lívfrøðiligum og samfelagsbúskaparligum ynskjum, og tá kvotur verða býttar út, kunnu teir ganga á landsstýrismannin við fiskivinnumálum, sum einaráðandi situr í Fiskimálaráðnum og býtir út fisk fyri hundraðtals milliónir. Eru landsstýrismaðurin og teir, ið vilja hava milliónavirðir frá honum, samsintir, er trýst als ikki neyðugt. Í skipanini verður tá bara tigandi semja um, at hann býtir út fiskin, tá stundin er komin, og afturfyri fær hann so trúskap og tænastur frá teimum, ið fáa ágóðan av fiskinum, eitt nú tá løgtingsval eru. Báðir partar verja so eisini áhaldandi verandi skipan ímóti broytingum.
Í mangar mátar minnir hendan skipanin um feudalskipanina, sum var galdandi í nógvum evropeiskum londum í miðøldini. Límið í teirri skipanini var tvívegis trúskapur og skyldur millum ymisk løg í skipanini. Kongur var ovast og hevði tørv á, at ríkið hekk saman, og fyri at fáa tað at hanga saman, lænti hann stórmonnum brúksrættin til ein part av jørðini. Afturfyri svóru stórmenninir kongi trúskap og átóku sær at berjast fyri hann, tá tað var neyðugt. Stórmenninir læntu aftur góðseigarunum ein part av sínari jørð, sum so svóru stórmonnunum trúskap og átóku sær av verja teir. Næstniðastir í skipanini vóru altso góðseigararnir, sum so høvdu bøndur í arbeiði og kravdu avgjøld frá teimum. Afturfyri at bøndurnir sluppu at arbeiða hjá góðseigarunum, vardu góðseigararnir teir.
Niðast í feudalu skipanini var tó mangan ótespiligt at vera. Meira enn so kundi trýstið á bøndurnar gerast so stórt, at teir nærum gjørdust trælir hjá góðseigarunum. Tá hetta hendi, mistu teir allan hug til at skapa framtøk og menna landbrúkið. Teir høvdu hvørki stundir ella orku til tess. Góðseigararnir sjálvir høvdu ongan tørv á at nýmenna nakað, tí teir høvdu fyri onki fingið jørðina at umsita, og samstundis høvdu teir bíliga arbeiðsmegi, ið teir viðfóru, sum teir vildu. Hendan skipanin var bara møgulig orsakað av útlutaða tilfeinginum, jørðini, ið bant løgini í skipanini saman gjøgnum trúskap og sínámillum verju. Øll løgini vardu hvørt annað, so tey ikki mistu síni framíhjárættindi, men offrið var oftast niðasta lagið, bøndurnir, og nýskapan var altso ongin.
Vald sum kongur
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur á ein hátt vald á tilfeinginum sum kongur í feudalskipanini. Hann situr á skrivstovu síni í Fiskimálaráðnum við eini í grundini ótrúligari heimild. Hann kann býta út tilfeingi í havinum til vinir, kenningar og onnur fyri ovurstórar upphæddir hvørt ár. Búskaparráðið nevnir sum dømi í seinastu frágreiðing síni, at verður roknað við, at makrelkvotan í 2011 verður 100.000 tons, og 8 kr. fáast fyri hvørt kilo, er talan um eitt avreiðingarvirði upp á 800 milliónir krónur. Hesi virðir kann landsstýrismaðurin bara býta út, sum hann vil, og í fjør gjørdi hann tað so lættliga, at hann ikki so frægt sum gjørdi tað eftir kunngerð. Hetta var ólógligt, hevur landsstýrismannanevndin staðfest. Búskaparráðið nevnir, at um landið seldi hesi 100.000 tonsini fyri 2 kr. kilo í eini tilfeingisbúð, fingust 200 mió. kr. í tilfeingisgjaldi burtur úr søluni. Felagið Nótaskip hevur tó víst á, at makrelkvotan í fjør var 71.000 tons, og at avreiðingarvirðið fyri hvørt kilo var 4,30 kr. ella tilsamans 304 mió. kr.
Undir øllum umstøðum vil tann, sum er vanur við at fáa tílíkt tilfeingi fyri onki, treyðugt sleppa sínum framíhjárættindum, og hann, sum hevur roynt at selt rættindi til fisk víðari og fekk hundraðtals milliónir burtur úr tí, hevur als onga grund til at broyta skipanina, tí hann kendi í krónum og oyrum søta rákan av sínum framíhjárættindum. Tá var verri hjá teimum, sum keyptu rættindini í dýrum dómum. Har vaks skuldin upp um bæði oyru. Skalt tú tískil sleppa so bíliga sum gjørligt, er lættast at kenna fartelefonnummarið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, sum Pól Huus Sólstein, stjóri, segði á Vinnudegnum 1. oktober í fjør. Við hesi útsøgn setti hann speiskliga orð á, hvussu tilfeingisumsitingin hongur saman. Stendur tú kongi nær og svør honum trúskapareið, er góður møguleiki fyri, at hann gevur tær nøkur framíhjárættindi til fiskin, sum løgtingið annars langt síðan hevur samtykt er fólksins og tískil landsins ogn.
Tá Búskaparráðið og fleiri politiskir flokkar, Fólkaflokkurin tó undantikin, stríðast fyri, at skipanin skal broytast, so landsstýrismaðurin ikki skal sleppa at vera kongur í fiskivinnumálum, og tinglimir ikki skulu sleppa at áseta fiskidagarnar, so elvir tað til samanbrestir millum sterk áhugamál. Fiskivinnan er so gomul vinna í Føroyum, at nógv siðvenja er knýtt at henni. Fleiri aktørar í vinnuni eru eisini sera sterkir, og teirra retorikkur um, at øll onnur skulu halda uppat at tosa um gjøgnumskygdar tilfeingisbúðir, tí fiskivinnan breyðføðir landið, er bæði áhaldandi og ofta speiskur. Fólk, sum ikki hava pissað í saltan sjógv, og sum kanska bara hava sitið á skúlabonki, eru øvundsjúk um tey, sum duga at tjena pengar, verður ofta sagt. Heldur skuldu tey takkað stórreiðarunum fyri teirra dirvi at gera íløgur í skip, sum kunnu fáa tilfeingið upp úr havinum.
Hesin retorikkur verður oftast førdur fram, tá fólkafloksmenn tosa. Teir verja verandi skipan í fiskivinnuni við hond og fót, og teir hava eisini í mong ár havt síni umboð sitandi í sessinum, har kvoturnar verða býttar út og fiskivinnupolitikkurin annars lagdur til rættis. Í øðrum flokkum er hugburðurin til skipanina ein annar. Bæði Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin, ein partur av Sjálvstýrisflokkinum og ein partur av Sambandsflokkinum hava sagt seg vera fyri, at ein tilfeingisbúð verður sett á stovn, so umsitingin av fiskatilfeinginum kann gerast fræls og gjøgnumskygd og haraftrat lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygg. Enn hava hesir flokkar ikki megnað ella torað at gjøgnumført hesa nýggju skipan uttan um Fólkaflokkin, men tað vil Búskaparráðið hava, at teir gera.
Alt á uppboðssølu
Í seinastu frágreiðing síni sigur Búskaparráðið, at frægasta loysnin hjá tí almenna at luta út fiskirættindi hevði verið at selt tey á almennari uppboðssølu. Hetta hevði skundað undir tillagingar í flotanum eftir marknaðarligum treytum og gjørt, at mest lønandi og effektivu fyritøkurnar fingu hendur á fiskirættindunum. Um loyvir vórðu seld regluliga á eini uppboðssølu, sum vóru galdandi í styttri tíð enn í verandi skipan, hevði vinnan sloppið undan at tikið stóran váða á seg fyri at fáa hendur á rættindunum, eins og talan er um nú, sigur Búskaparráðið. Ein tílík skipan hevði eisini gjørt tað møguligt hjá landskassanum og samfelagnum, sum eiga tilfeingið, at fingið lut í tilfeingisrentuni, sigur ráðið, ið heldur, at byrjast skal beinanvegin at royna nýggju skipanina. Ráðið skrivar:
»Ein møguleiki er, at tað almenna byrjar við at luta út rættindi eftir eini skipan við uppboðssølu til nýggjan fiskiskap, sum tekur seg upp í føroyskum sjógvi ella aðrastaðni í millumlandasamstarvi. Dømi um tílíkan fiskiskap eru makrelfiskiskapurin í føroyskum sjógvi og toskafiskiskapurin á Flemish Cap. Skotið verður upp, at rættindi til tílíkan fiskiskap, sum ikki eru givin við søguligum rættindum, verða seld eftir eini skipan við uppboðssølu. Hetta hevði tryggjað, at landskassin sum umboð fyri eigaran, Føroya fólk, hevði fingið lut í tilfeingisrentuni. Tað skilabesta fyri fiskivinnuna er, at hon virkar eftir marknaðarligum treytum eins og aðrar vinnur. Tí verður skotið upp, at allur beinleiðis ella óbeinleiðis stuðul til fiskivinnuna verður strikaður, og at forðingar fyri fríari kapping og tillaging eisini verða strikaðar.«
Ongin ivi er um, at Búskaparráðið her mælir til eina liberalistiska skipan heldur enn eina skipan, sum minnir um gomlu feudalskipanina, har ávísir aktørar í politisku skipanini og í fiskivinnuni hanga saman í tvívegis trúskaparbondum. Gongdin í fiskivinnuni síðstu árini vísir, at karmarnir um fiskivinnuna eru ikki av tílíkum slag, at fiskivinnan gevur størst møguligt avkast, sigur Búskapparráðið. Størsti trupulleikin fyri fiskivinnuna er, at hon er ikki lívfrøðiliga burðardygg. Ein fyritreyt fyri at fáa størst møguligt avkast í vinnuni er júst, at hon er lívfrøðiliga burðardygg. Ráðið heldur, at har loyvt er at fiska, er í veruleikanum frítt fiskarí í dag, tvs. at aktørarnir í fiskivinnuni kunnu gera, sum teir vilja, tí politiska skipanin loyvir tí. Stovnarnir verða av hesi orsøk niðurpíndir, og flotin fær ikki konsoliderað og endurnýggjað seg.
Óhefta umsiting
Búskaparráðið staðfestir, at royndirnar úr verandi skipan, har politiska skipanin ásetir fiskidagarnar, vísa týðiliga, at politiska skipanin er ikki før fyri at taka atlit til langtíðarstøðuna hjá fiskastovnunum og fiskivinnuni sum heild. Freistingin hjá politisku skipanini at taka stutttíðaratlit er stór, m.a. tí løgtingsval eru við jøvnum millumbilum. T.d. er trupult hjá politisku skipanini at skerja dagatalið í fiskidagaskipanini munandi, hóast hetta lívfrøðiliga er tað skilabesta at gera. Ein betri skipan, staðfestir ráðið, hevði verið, at ein óheftur stovnur fekk ábyrgdina av at áseta eitt mest loyvda dagatal fyri fiskiskapin undir Føroyum eftir lívfrøðiligum treytum. Hesin stovnur kundi so verið sami stovnur, sum hevði ábyrgdina av at skipa eina uppboðssølu við fiskirættindum.
Ráðið ásannar, at tað verður ikki lætt at fáa fiskivinnuna at góðtaka hesa skipanina, og kanska er tað ikki so løgið, tí undir verandi skipan eru politikararnir ofta vegurin fram at tilfeinginum í havinum. Ráðið nevnir eisini tann veruleika, at fiskiloyvir hava ment seg til frítt umsetilig virðir, ið ofta hava nógv størri virði enn fiskiførini, tey eru knýtt at. Hendan skipan hevur havt við sær, at skuldin hjá heimaflotanum nærum tvívaldaðist frá 2000 til 2007. Skipanin er hvørki heppin fyri vinnuna ella fíggingarstovnarnar, ið taka óneyðuga stóran váða á seg. Betri hevði verið, um fiskirættindi høvdu verið seld regluliga á eini uppboðssølu, sigur ráðið, tí sum støðan er nú, verður ov nógv fiskað. Tað trýstir stovnarnar og dregur tilfeingisrentuna úr vinnuni.
Her stendur so málið um tilfeingisumsitinigina hjá Fiskimálaráðanum og løgtinginum. Um gomlu feudalskipanina verður annars í søgubókum sagt, at hon upploystist so líðandi, tá stórmenninir orsakað av friðariligari tíðum ikki longur høvdu tørv á at vera trúgvir ímóti kongi. Leingi vóru bøndurnir tó prísgivnir undir góðseigarunum, men við fronsku kollveltingini, sum loysti teir úr haftinum, og tankunum um ein kapitalistiskan búskap, har tann besti yvirlivdi eftir marknaðarligum treytum, upploystist feudalskipanin og við henni trúskaparbondini og skyldurnar millum ymsu løgini í henni. Fólkaræði, gjøgnumskygni og rætturin til at smíða sær eydnuna góða eftir liberalistiskari hugsan vunnu á gomlu framíhjárættindunum, og burtur úr hesum skaptist stórur framburður og nýskapan.