Finaludagur var í Bridghúsinum leygardagin 21. mars.
Liðið hjá Balla Mohr hevði vunnið innleiðandi kappingina og í semifinaluni vunnu teir á liðnum hjá Óla Holm (Dia Poulsen, Hans i Líðini, Hans Jacob Petersen og Jákup Hjaltalin). Í hinari semifinaluni vann liðið hjá Robert Langgaard (Reimund Langgaard, Jaspur Langgaard, Marner Joensen og Árni M. Dam) á liðnum hjá Boga Simonsen (Árant Berjastein, Jens Midjord, Arnbjørn Sivertsen og Dia Jacobsen).
Liðið hjá Óla Holm bleiv nummar trý, tí liðið hjá Boga Simonsen møtti ikki til dystim um triðja plássið.
B-finalan var skipað sum eini mini-lið kapping, har tey fimm liðini spældu øll móti øllum - 10 spøl hvønn dyst.
Sera spennandi kapping, sum endaði við, at liðið hjá Jónu Hentze (Bjarki Johannesen, Leivur Holm, Kjartan Kristiansen, Egil Helmsdal og Eli Zachariassen) vann. Nummar tvey gjørdist ABC Shuttle (Danny Danielsen, Tordis Johannessen, Jens Pauli G. Nolsøe og Halberg Arnfridsson).
MYNDIR:
FM_vinnarar.jpg
Føroyarmeistarar í bridge fyri lið 2015. Arne Mikkelsen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen og Balli Mohr.
NR3_fm,jpg
Suðuroyarliðið gjørdist nummar trý í FM í bridge fyri lið. Hans Jacob Petersen, Jákup Hjaltalin, Hans í Líðini, Óli Holm og Dia Poulsen.
vinnara_b_finala.jpg
Vinnarar í B-finaluni var liðið hjá Jónu Hentze. Á myndini eru Kjartan Kristiansen, Leivur Holm, Eli Zachariasen og Egil Helmsdal.