Liðið hjá Heina er nú næstaftast

Thisted tapti á heimavølli

Tíðliga seinnapartin tóku Heini Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í Thisted móti gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager í heimadysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Christian Hørby legði Thisted á odda í 29. minutti, men bert 11 minuttir seinni fekk hann seinna gula kortið, og so máttu Heini og liðfelagarnir stríðast meir enn ein hálvleik við 10 monnum. Løtu seinni javnaði Fremad Amager til 1-1, og amagerkanararnir skoraðu tvey mál aftrat í seinna hálvleiki, og vunnu harvið dystin 3-1.

 

Heini var skiftur út í steðginum, tá liðið mátti umrokerast í samband við útvísingina hjá Christian Hørby. 

 

Thisted er nú næstaftast í deildini við átta stigum fyri átta dystir. Tó eru bert trý stig upp til Frem, ið hevur 11 stig á sætta plássinum.

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Thisted móti júst Frem á útivølli í Valby.