Nýggjur maður var millum NSÍ stólparnar

Fyri fyrstu ferð í fimm vikur fór ÍF av vøllinum uttan at hava skorað mál

Tað endaði við favorittsigri, tá ið NSÍ seinnapartin hevði vitjan av ÍF. Heimaliðið vann 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

 

Úrslitið ber við sær, at tað nú er so tætt við, sum tað ber til, uttan at tað er ástøðiliga staðfest, at ÍF næsta ár fer at spæla í næstbestu deildini. Úrslitið ber eisini við sær, at NSÍ varðveitir fjórða plássið, og at tað framvegis eru fimm stig aftur til B36.

 

Tá ið ÍF fyri viku síðani tapti 2-1 við Margáir, sá Karl Løkin reyða kortið fram ímóti dystarenda. Men Karl var stríðsmaður á ÍF miðvøllinum í dag og sostatt ikki leikbannaður. Orsøkin var tann, at tað í vikuni varð staðfest, at tað var Bogi Reinert-Petersen og ikki Karl Løkin, sum átti reyða kortið. Tí var Bogi Reinert-Petersen leikbannaður í dag og ikki Karl Løkin.

 

Hjá NSÍ var nýggjur maður í málinum. Jón Petur Thomsen, sum annan mánadag fyllir 19 ár, vardi NSÍ málið fyri fyrstu ferð. Hann plagar at vera málmaður í næstbestu deildini. At hann í dag var á besta liðnum komst av, at Kristian Joensen í 2-2 dystinum ímóti B36 í Gundadali varð skaddur. Tað vísti seg, at rivjabein vóru brákað, og tí var veteranurin ikki førur fyri at spæla í dag.

 

Steffan A. Løkin legði beinanvegin NSÍ á odda. Tað var eftir langt innkast úr høgru og so eftir, at Klæmint A. Olsen spældi hann leysan. Hetta var níggjunda málið hjá Steffani í ár.

 

ÍF vánirnar fingu skot fyri bógvin í 32. minutti. Aron Kensson, sum í dag var vongverji í vinstru, sá reytt, tá ið hann eftir skjótt NSÍ álop nýtti neyðbremsuna ímóti Jasper Van Der Heyden.

 

Fuglfirðingar vístu sera góðan hugburð, og tað eydnaðist teimum at varðveita spenningin, inntil tað restaði eitt korter. Tá skoraði Petur Knundsen fyri 15. ferð í ár. Hann er næstovastur á listanum, og tað eru fýra mál fram til máltindin og Páll A. Klettskarð.

 

Innskifti Aron Knudsen staðfesti 3-0 sigurin, tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina.

 

Í dag var fyrsta ferðin síðani 18. august, at ÍF fór av vøllinum uttan at hava skorað mál.

 

 

 

 

 

NSÍ – ÍF 3-0 (1-0)

 

1-0: Steffan A. Løkin 6.

 

2-0: Petur Knudsen 76.

 

3-0: Aron Knudsen 90.+3.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

NSÍ: Jón Petur Thomsen – Pætur Hentze, Rasmus Plauborg, James Drye, Lars Agardius – Yassine El Ouatki, Betuel Hansen, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Tonni J. Thomsen, Símun Kalsø, ullum, Aron Kensson – Silas Gaard, Jóhann J. Højbro, Karl Løkin, Jákup Andrias Thomsen – Ruben Møller-Nielsen, Gundur E. Petersen