Liðið hjá Janu vann stórsigur á liðnum hjá Mariu

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur leikt seinasta dystin fyri Horsens

Fyrr í dag spældu liðini hjá Janu Mittún og Mariu Pálsdóttir Nólsoy, Viborg og Horsens seinasta dystin í bólki 2 í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í BIO CIRC Arena vann heimaliðið stórsigur 32-23 á Horsens. Í steðginum var Viborg á odda 17-11.

 

Jana avrikaði væl fyri Viborg. Hon skoraði fýra mál, legði upp til fýra mál (assist), og hon vann liðnum trý brotskøst. 

 

Í sínum seinasta dysti fyri Horsens eydnaðist ikki Mariu at skjóta mál. Hon legði tó upp til trý mál.

 

Komandi kappingarár fer Maria at royna seg í Keypmannahavn, ið eisini spælir í bestu donsku deildini.

 

Endaliga støðan í bólki 2 gjørdist, at Odense vann bólkin við 12 stigum, og Ikast gjørdist nummar tvey við 11 stigum. Tey bæði liðini vinna seg víðari til hálvfinalurnar. Viborg hevur fýra stig, og Horsens er aftast við ongum stigi. 

 

Komandi vikuskiftið fær Jana eina stóra uppliving, tá hon saman við liðfeløgunum skal kappast í FINAL FOUR í EHF European League í Palais des Sports Jean-Michel Geoffroy í Dijon í Fraklandi. Klokkan 14 spælir Viborg hálvfinalu móti týska liðnum, Thüringer. Í hinari hálvfinaluni møtast vertsliðið, Dijon og Esztergomi úr Ungarn.