Liðið hjá Paula Høj hevur framvegis fult stigatal

Eingin megnar at steðga Bergsøy

Góða gongdin hjá Paula Høj og liðfeløgum hansara í Bergsøy í næstbestu norsku hondbóltsdeildini heldur fram. 

 

Í dag vann Bergsøy í REM Arena høllini í Fosnavåg 30-26 á Tiller. Bergsøy var á odda 19-14 í steðginum.

 

Pauli skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir.

 

Bergsøy er fremst í deildini við fullum stigatali, 16 stigum fyri átta dystir. Viking TIF og Bodø hava 14 stig hvør fyri átta dystir.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Bergsøy aftur heimadyst. Tá kemur Melhus á vitjan.