Føroyingauppgerð var í kvøld í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tóku móti Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.
Team Sydhavsøerne vann dystin 33-28. Í steðginum vóru Pauli Mittún og liðfelagarnir á odda 19-14.
Pauli skoraði tvey mál og Rói skoraði eitt mál. Tíverri eru eingi málverjahagtøl tøk í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HØJ er nummar fýra í deildini við 16 stigum fyri 12 dystir. Team Sydhavsøerne er á einum sjeynda plássi í deildini við 13 stigum fyri 12 dystir.
Leygardagin 2. desember spælir HØJ á útivølli móti Køge. Sama dag tekur Team Sydhavsøerne móti liðnum hjá Niklasi Højgaard Hanusarsyni, Skovbakken á heimavølli. So tann dagin verður eisini ein føroyingauppgerð á skránni.