Liðið hjá Samuel var eitt stig frá einum Conference League plássi

SJK Seinäjoki endaði á einum fjórða plássi

SJK Seinäjoki uttan ein skaddan Samuel Chukwudi vann ígjár 3-0 (1-0) á Gnistan í seinasta dystinum í ovara endaspælinum í bestu finsku fótbóltsdeildini.

 

Trivaligi heimasigurin var ikki nóg mikið hjá SJK Seinäjoki at røkka triðja plássinum, ið hevði givið atgongd til Conference League undankappingina komandi kappingarár. SJK endaði á fjórða plássinum við 59 stigum. SJK endaði eitt stig aftanfyri Ilves, og tvey stig aftanfyri Inter Turku.

 

KuPS vann finska meistaraheitið við 67 stigum.

 

Gamla stórliðið, HJK endaði á einum fimta plássi við bert 49 stigum. Men HJK vann finsku steypakappingina, og tí vera teir fjórða umboðið hjá Finnlandi í teimum evropeisku kappingunum fyri felagslið komandi summar.