Liðini hjá Eliasi og Hákuni vunnu teprar útisigrar

Føroyingarnir í bundesliguni skutu átta mál í dag

Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum, THW Kiel og Füchse Berlin sluppu í dag frá útidystum í týsku bundesliguni við teprum eittmálssigrum.

 

Í EWS Arena í Göppingen vunnu Elias og liðfelagarnir í Kiel tepran 32-31 sigur á heimaliðnum. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13. 

 

Elias skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Elias var sambært hagtølunum á vøllinum í 24 minuttir og seks sekund í dag.

 

THW Kiel hevur fult stigatal, seks stig fyri tríggjar dystir.

 

Komandi leygarkvøld klokkan 18 taka Elias og liðfelagarnir móti Vilhelmi Poulsen og hansara liðfeløgum í Hannover-Burgdorf í Wonderino Arena í Kiel. 

 

Í Porsche-Arena í Stuttgart vunnu Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin tepran 34-33 sigur á heimaliðnum. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-15.

 

Hákun skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt "steal", har hann vann bóltin í einari álopsstøðu hjá Stuttgart. Hákun var sambært hagtølunum á vøllinum í 41 minuttir og 32 sekund. 

 

Füchse Berlin hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. 

 

Komandi sunnudag klokkan 17 hevur Füchse Berlin dyst á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá kemur Gummersbach á vitjan.