Tað restar bara eitt stig í hjá FC Suðuroy

1. DEILD: Tað vóru tveir tvífaldir málskjúttar, tá ið FC Suðuroy vann ímóti B36 í Gundadali

FC Suðuroy vann í dag 4-2 í Gundadali ímóti B36. Tað eru fimm umfør eftir av kappingini, og eftir hetta umfarið er FC Suðuroy 14 stig frammanfyri ÍF, sum er einasta liðið, ið kann taka uppflytingina frá FC Suðuroy.

 

Tí er tað ikki ein spurningur, um FC Suðuroy fer at vinna plássið í Meistaradeildini aftur, sum liðið misti í fjør, men tað er heldur spurningurin, um tað verður nú leygardagin, at uppflytingin verður veruleiki. Tá fer FC Suðuroy at spæla á heimavølli ímóti longu uppflutta B71, og tá fer ÍF, sum fríggjakvøldið tapti 2-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

 

Hálvleiksstøðan í Gundadali í dag var 3-0, og FC Suðuroy var frammanfyri 4-0, áðrenn B36 síðstu 20 minuttirnar skoraði tvær ferðir.

 

Hjá gestunum vóru tveir tvífaldir málskjúttar. Salmundur Bech skoraði í fimm minuttir tíðliga í fyrra hálvleiki tvey mál, og stutt undan steðginum og beinanvegin eftir steðgin skoraði John Villi Wøldike Leo tvey mál. Salmundur Bech hevur nú skorað níggju mál, og í dag var John Villi Wøldike fyri fyrstu ferð í ár málskjútti í 1. deild.

 

B36 málini skoraðu 19 ára gamli álopsspælarin Stefan Djumic, sum fyri triðju ferð í ár var málskjútti, og Dávid Viderø, sum í morgin hevur 18 ára føðingardag. Hetta var triðja ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild.

 

B36 er á sjeynda plássi við 23 stigum. Tað eru trý stig aftur til níggjunda plássið, sum HB er á við 20 stigum. FC Hoyvík er á áttanda plássi við 22 stigum.

 

Leygardagin verður grannauppgerð, tá ið FC Hoyvík fær vitjan av B36.